Andrew Jackson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Andrew Jackson (15. mars 17678. juni 1845) var 7. forseti í USA. Fyrstu ferð, at tann sum fekk flestar atkvøður í USA ikki eisini gjørdist forseti, var til forsetavalið í 1824. Jackson, sum seinni gjørdist forseti frá 1829-1837, fekk bæði flestar atkvøður og flestar valmenn í 1824. Men hóast hann eisini fekk flestar valmenn, so fekk hann tó ikki meiri enn helmingin av øllum valmonnunum. Í 1824 vóru 261 valmenn íalt, og kravdist tað 131 valmenn til vissan sigur – Andrew Jackson fekk 99 valmenn. Til valið í 1824 vóru fýra forsetavalevni, og nummar tvey gjørdist John Quincy Adams við 84 valmonnum, nummar trý William H. Crawford við 41 valmonnum og Henry Clay við 37 valmonnum. Tá eingin fekk reinan meiriluta ásetti 12. ískoyti til amerikansku grundlógina, at tað var Umboðsmannatingið sum skuldi velja forsetan, og veljast skuldi millum tríggjar teir fremstu. Umboðsmannatingið so gjørdi, og valið fall á John Quincy Adams. Andrew Jackson fekk tó uppreisn longu valið eftir í 1828, tá hann vann reinan meiriluta móti júst John Quincy Adams.

Fyriuttan at vera fyrsti sitandi amerikanski forseti, sum onkur royndi at myrða, bleiv Andrew Jackson eisini kendur sum fyrsti, og higartil einasti, forseti, sum megnaði at rina alla ta amerikansku skuldina.

Morðroynd[rætta | rætta wikitekst]

Tann 30. januar í 1835 var amerikanski forsetin Jackson, ið sat árini 1829-1837, til jarðarferð hjá einum kongresslimi úr Suðurcarolina. Tá var tað, at sinnissjúki maðurin Richard Lawrence við tveimum pistólum skeyt eftir forsetanum, tó uttan at raka hann. Í staðin fór 67 ára gamli forsetin at buka Lawrence við stavinum hjá sær, áðrenn aðrir komu til og tóku hann. Lawrence varð seinni dømdur ósekur, tí hann var sinnissjúkur, og hann livdi restina av sínum lívi á einum sinnissjúkrahúsi.