Bill Clinton

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Bill Clinton
44 Bill Clinton 3x4.jpg
42. Forseti USA
Í embæti
20. januar 1993 – 20. januar 2001
Varaforseti Al Gore
Undanmaður George H. W. Bush
Eftirmaður George W. Bush
40. & 42. Guvernørur í Arkansas
Í embæti
11. januar 1983 – 12.desember 1992
Varamaður
Undanmaður Frank D. White
Eftirmaður Jim Guy Tucker
Í embæti
9. januar 1979 – 19. januar 1981
Varamaður Joe Purcell
Undanmaður Joe Purcell (Virkandi)
Eftirmaður Frank D. White
50. Løgmálaráðharri í Arkansas
Í embæti
3. januar 1977 – 9. januar 1979
Governørur
Undanmaður Jim Guy Tucker
Eftirmaður Steve Clark
Persónlig kunning
Fødd(ur) William Jefferson Blythe III
(1946-08-19) 19. august 1946 (aldur 71)
Hope, Arkansas, USA
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Hjúnafelagi(ar) Hillary Rodham Clinton (g. 1975)
Skyldfólk Roger Clinton, Jr. (hálvbeiggi)
Børn Chelsea Clinton (f.1980)
Foreldur
Alma mater
Starvsgrein
Átrúnaður Baptist (fyrr Southern Baptist)[1]
Undirskrift Cursive signature of Bill Clinton in ink
Heimasíða clintonlibrary.gov

William Jefferson "Bill" Clinton (føddur 19. august 1946 í Hope, Arkansas) var 42. forseti í Sambandsríki Amerika. Clinton fekk eina umfatandi hjartaskurðviðgerð í 2004. Hann varð í 2009 tilnevndur ST umboð fyri Haiti, har hann hevur til uppgávu at stuðla undir endurbygging og neyðhjálp í vanlukkurakta landinum.[2]

Ríkisrættarmál[rætta | rætta wikitekst]

19. desember í 1998 var ríkisrættarmál innleitt móti Clinton við tveimum ákærum - fyri at hava logið undir eiði og fyri at hava forðað fyri rættvísi. Ákærurnar stavaðu frá einum øðrum rættarmáli móti Clinton, har hann var ákærdur fyri kynsligan ágang móti Paulu Jones, sum hevði arbeitt hjá honum, meðan hann var guvernørur í lutstatinum Arkansas. Ágangurin skuldi verið farin fram á einum hotellkamari í høvuðsstaðnum í Arkansas, Little Rock, tann 8. mai í 1991. Hetta meðan Bill Clinton var guvernørur í Arkansas. Í rættarmálinum royndi ákærin at tekna ein mynd av Clinton sum ein maður, ið fleiri ferðir hevði framt kynsligan ágang móti øðrum kvinnum, sum høvdu arbeitt hjá honum. Ákærin kallaði tí inn fleiri kvinnur, sum tey væntaðu, at Clinton hevði havt kynsligt samband við.

Í rættarmálinum móti Paulu Jones noktaði Clinton fyri at hava havt nakað kynsligt samband við praktikantin í Hvítu Húsunum, Monicu Lewinsky. Ein trupulleiki var tó, at Monica Lewinsky hevði fortalt einum starvsfelaga hjá sær, Lindu Tripp, um tær hugnaløtur, sum hon hevði havt saman við forsetanum. Linda Tripp hevði tikið hesar samrøður upp á band.[3][4] Tað var ikki ótrúskapurin hjá Clinton, sum førdi til ríkisrættarmálið, tað var hinvegin tann sannroynd, at hann hevði logið undir eiði um hesar hendingar. Hann bleiv tó fríkendur í Senatinum fyri báðar ákærurnar tann 12. februar í 1999.[5]

Bill Clinton í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Clinton í Føroyum.

Fyrrverandi amerikanski forsetin vitjaði í landinum tann 1. oktober 2007, og í tí sambandinum helt hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Hann bæði skemtaði og umrøddi álvarsmál, tá hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Hann fyrigav føroysku norðbúgvunum, at teir í landnámstíðini tveittu írsku munkarnar á dyr, og vísti á, at øll lond og einstaklingar í felag hava ábyrgd av at skapa ein betri heim.

Fyrrverandi amerikanski forsetin legði fyri við at greiða frá, at tá hann koyrdi av flogvøllinum í Vágum og sá fólk standa fram við vegnum og veittra til sín, hugsaði hann: "Tit klára tykkum fínt!" Hann kendi seg tí ikki kallaðan at siga føroyingum, hvussu teir skulu liva.

Tó var ein av høvuðsboðskapum hansara, at bæði lond og einstaklingar hava eina felags ábyrgd at skapa ein betri heim. Hann staðfesti, at heimurin stendur opin fyri føroyingum, og at Føroyar hava tikið av møguleikanum at gerast altjóða fiskaframleiðari, komandi oljuframleiðari og kanska eisini áhugavert ferðamál. Hetta verður ofta kallað globalisering, men Bill Clinton vildi heldur brúka orðið interdependence. Velja vit at stíga út í heim, tørvar okkum eisini heimin.

Bill Clinton helt, at hendan støða kann vera bæði góð og ring. Sum oljuframleiðari fáa Føroyar ágóða av, at onnur vilja keypa olju frá føroyingum. Men samstundis átaka føroyingar sær felags avbjóðingarnar hjá heiminum. Hesar avbjóðingar eru eitt nú burðardygg menning, veðurlagsbroytingar og fólkavøkstur.

"Ógvusligi fólkavøksturin ger, at fólkini í fátøku londunum gerast alsamt fleiri, og tey fara at ynskja sær eitt betri stað at búgva, eitt nú Føroyar," segði Bill Clinton.

Hann spurdi síðan, hvat skal broytast í heiminum, og svaraði sjálvur, at neyðugt er at fáa heimin at arbeiða saman sum í einum lítlum samfelag sum tí føroyska. Neyðugt er at fáa fólk at kenna seg heima onkustaðni og geva teimum ein sterkan samleika. Til tess krevjast samansjóðað samfeløg við eins møguleikum fyri øll.

Bill Clinton ásannaði, at góður trygdarpolitikkur er neyðugur, men vísti samstundis á, at tað fer ongantíð at eydnast at basa øllum yvirgangsbólkum. Hann helt, at útreiðslurnar til hermegi og trygd í USA eru ov stórar, og at hetta forðar fyri, at átøk, ið veruliga muna í triðja heiminum, verða framd.

Um vakstrarhúsárinið segði hann, at atferð okkara má broytast, tí eyðsýnt er, at hetta árin hevur við sær ógvusligar veðurlagsbroytingar. Í hesum sambandi helt hann, at heimurin kann læra nógv av føroysku flagtekjunum. Tær spara nógva orku og eru vorðnar nýggjasti móti í USA.

Saman við øðrum føroyskum fyritøkum var Eik ein av sponsorunum aftan fyri vitjanina hjá Bill Clinton í Føroyum, og vitjanin hjá fyrrverandi forsetanum kann gerast partur av brandingini av Føroyum og Eik uttanlands.

"Ein positiv spin-off effekt av forsetavitjanini, er, at kunnleikin til Føroyar økist. Í takt við, at fleiri fáa at vita, at Bill Clinton hevur vitjað Føroyar, gekst lættari at greiða frá okkara landi og fyritøku" sigur Finn Danberg, undirstjóri í Eik.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hann var raised a Southern Baptist. (= a member of the Southern Baptist Convention SBC). Clinton left the SBC due to disagreement with its conservative positions (details her). Sí eisini New Baptist Covenant
  2. http://news.bbc.co.uk/1/hi/8056762.stm
  3. http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/timeline.htm
  4. http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/stories/jonesappeal073198.htm
  5. http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/stories/impeach021399.htm


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið