George H. W. Bush

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
George H. W. Bush
GeorgeHWBush-200px.jpg
41. forseti USA
Í embæti
20. januar 1989 – 20. januar 1993
Varaforseti Dan Quayle
Undanmaður Ronald Reagan
Eftirmaður Bill Clinton
43. varaforseti í USA
Í embæti
20. januar 1981 – 20. januar 1989
Forseti Ronald Reagan
Undanmaður Walter Mondale
Eftirmaður Dan Quayle
11. stjóri fyri Central Intelligence
Í embæti
30. januar 1976 – 20. januar 1977
Forseti Gerald Ford
Deputy Vernon A. Walters
E. Henry Knoche
Undanmaður William Colby
Eftirmaður Stansfield Turner
Chief of the U.S. Liaison Office to the People's Republic of China
Í embæti
26. september 1974 – 7. desember 1975
Forseti Gerald Ford
Undanmaður David K. E. Bruce
Eftirmaður Thomas S. Gates Jr.
48. formaður fyri
Republican National Committee
Í embæti
19. januar 1973 – 16. september 1974
Undanmaður Bob Dole
Eftirmaður Mary Smith
10. ST-ambassadørur hjá USA
Í embæti
1. mars 1971 – 18. januar 1973
Forseti Richard Nixon
Undanmaður Charles Woodruff Yost
Eftirmaður John A. Scali
Limur í Umboðsmannatinginum fyri Texas 7. valdømi
Í embæti
3. januar 1967 – 3. januar 1971
Undanmaður John Dowdy
Eftirmaður William Archer
Persónlig kunning
Fødd(ur) George Herbert Walker Bush
(1924-06-12) juni 12, 1924 (aldur 95)
Milton, Massachusetts, U.S.
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Hjúnafelagi(ar) Barbara Bush (g. 1945–nú)
Børn George W. Bush
Robin Bush
Jeb Bush
Neil Bush
Marvin P. Bush
Dorothy Bush Koch
Bústaður Houston, Texas
Alma mater Yale University
Starvsgrein Vinnulívsmaður
Politikari
Átrúnaður Episkopal
Undirskrift Cursive signature in ink
Heimasíða Presidential Library
Hertænasta
Tilknýti  United States of America
Service/branch  United States Navy
Ár í tænastu 1942–1945
Rank US Navy O2 infobox.svg Lieutenant (junior grade)
Eind Fast Carrier Task Force
Bardagar/kríggj 2. heimskríggj
Heiður Distinguished Flying Cross
Air Medal (3)
Presidential Unit Citation

George Herbert Walker Bush (12. juni 1924 í Milton, Massachusetts - 30. november 2018 í Houston, Texas) var forseti í USA frá 1989 til 1993, tá hann mátti lata Bill Clinton taka við. Áðrenn tað var hann varaforseti hjá Ronald Reagan í átta ár.

Eftir at hann tapti forsetavalið í 1992, bleiv hann nógv virdur sum ein fyrrverandi politiskur leiðari, sum vísti sítt jaliga og rúmliga sinnið við at kníta persónlig vinarbond við Bill Clinton, sum annars var maðuri sum syrgdi fyri at George H. W. Bush, einans fekk eina setu í Hvítu Húsunum. Bush var fyrsti amerikanski varðaforseti síðan 1836, sum er valdur til amerikanskan forseta og er einans bert annar forsetin í søguni hjá amerikonsku tjóðini, sum upplivdi at egni sonur eisini gjørdist forseti, tá George W. Bush varð valdur í 2000.

Barbara og Georg Bush (eldri) giftust í 1945, og vóru sostatt gift í meira enn 70 ár. Tað er longri enn nøkur onnur forsetahjún í USA hava verið gift. Tey fingu seks børn. Bush er pápi George W. Bush, sum var forseti frá 2001 til 2009. Hann er eisini pápi fyrrverandi Florida-guvernørin, Jeb Bush, sum uttan eydnu royndi at gerast republikanskt forsetavalevni til forsetavalið í 2016. George H. W. Bush átti 5 abbabørn og 17 langabbabørn.

Politiskt lív[rætta | rætta wikitekst]

Hann var føddur 12. juni í 1924 í Milton, Massaschusetts. Hann fór í amerikanska herflotan sum 18 ára gamal og var við í 2. heimsbardaga. Eftir hetta flutti Bush til Texas, har hann byrjaði eitt oljufelag, ið fekk stóra viðgongd. Hann fór síðani upp í politikk, har hann hevði fleiri leiklutir, áðrenn hann gjørdist varaforseti hjá Ronald Reagan í 1980. Hetta starvið røkti hann í tvey valskeið.

Bush stillaði upprunaliga upp móti Reagen fyri at gerast republikanskt valevni. Í 1988 vann hann forsetavalið móti Micheal Dukakis. Tíðin í Hvíta Húsinum vardi fýra ár; í 1992 tapti Bush valið fyri demokratinum, Bill Clinton. Forsetaembætið hjá George Bush eldra var serliga merkt av úttanríkispolitikki; at Kalda Kríggið endaði og stríðnum móti Saddam Hussein í Golf-krígnum.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið