Ronald Reagan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ronald Reagan
Føddur 6. februar 1911
Illinois Tampico, Illinois
Deyður 5. juni 2004
Kalifornia Los Angeles, Kalifornia
Trúgv Protestantisma
Yrki Sjónleikari
Flokkur Republikanski Flokkurin
Álitisstørv
1981-1989 Forseti í USA
1967-1975 Guvernørur í Kalifornia


Ronald Wilson Reagan (f. 6. februar 1911 í Illinois, d. 5. juni 2004 í Kalifornia) var 40. forseti í Sambandsríki Amerika. Hann var republikanari, fyrrverandi guvernørur í Kalifornia, fyrrverandi sjónleikari, jounalistur innan fyri ítrótt, og forseti í USA í tveimun valskeiðum (1981-1989). Gamli filmsleikarin, gjørdist amerikanskur forseti 4. november 1980. Í stjórnarárum hansara var búskapurin fyri skrædli. Reagan lækkaði skattin til tess at fáa búskaparvøksur, men skattalækkingin hevði við sær, at vælferðarjáttanin minkaði stórliga. Mong fólk gjørdust illa fyri, men búskapurin blómaði.

Hann helt fram við búskaparstevnu síni, tá ið hann var afturvaldur 6. nov. í 1984, men játtaði ógvuliga nógvan pening til vápn og ovurdýrar vápnaverkætlanir. Hetta elvdi til hall á fíggjarlógini, til at Amerika gjørdist skuldarbundin tjóð og til skrædl á virðisbrævamarknaðinum í 1987. Funnist varð eisini harðliga at Reagan hetta árið, tá ið tað spurdist, at embætismenn hansara høvdu selt Iran vápn fyri gíðslar og laið contrasdeildunum, ið bardust ímóti vinstrastjórnini í Nikaragua, vinningin.

Morðroynd[rætta | rætta wikitekst]

John Hinckley Jr. hevði sæð filmin Taxi Driver minst 15 ferðir og var trásettur av Jodie Foster, sum spældi við í filminum. Hann royndi fleiri ferðir at koma í samband við hana, men uttan eydnu, og tí gjørdi hann av, at fyri at hon skuldi geva honum gætur, noyddist hann at gera okkurt heilt serligt - at drepa amerikanska forsetan. So 30. mars í 1981 fór Hinckley til Hilton Hotel í Washington DC, har Ronald Reagan tann dagin skuldi halda røðu. Tá Ronald Reagan var liðugur við røðuna og var á veg aftur til bilin hjá sær, hoyrdust seks skot. Eitt rakti pressuskrivaran hjá Reagan, eitt annað rakti ein politist, og enn eitt skot rakti ein av lívverjunum hjá forsetanum. Tvey skot raktu bilin, og sætta kúlan stiklaði av bilhurðini og endaði undir arminum á Reagan, sum í skundi varð skumpaður inn í bilin og koyrdi avstað. Tey flestu vistu ikki beinanvegin, at forsetin var raktur.

Skemtligi Reagan spurdi skurðlæknan, um hann var republikanari. Læknin var demokratur, men svaraði, at “í dag eru vit øll republikanarar”. Hinckley varð roknaður sum sinnissjúkur og bleiv tí dømdur at sita á sinnissjúkrahúsi. Tað gjørdi hann til 2016, tá hann slapp út.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið