George Washington
| George Washington | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 22. feb 1732 í/á Westmoreland County |
| Andaðist | 14. des 1799 í/á Mount Vernon |
| Deyðsorsøk | acute laryngitis |
| Starv | politikari, bóndi, kortteknari, geometer, engineer, statsmaður, revolutionary, høvundur, army officer |
| Politiskur flokkur | Federalist Party |
| Trúgv | Episcopal Church, freemasonry |
| Børn | no value |
| Foreldur | móðir Mary Ball Washington faðir Augustine Washington |
| Mál | Enskt mál |
| Undirskrift |
|
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000120958599 |
| VIAF | 31432428 |
| LCAuth | n86140996 |
| Commons | George Washington |
George Washington (f. 22. februar 1732 í Virginia - d. 14. desember 1799 í Virginia) var fyrsti forseti hjá USA, 1789-1797. Hann var eisini amerikanskur herovasti í amerikanska frælsisstríðnum.
George Washington varð føddur í Virginia og var langabbasonur ein enskan niðursetumann í USA. Fyrst gjørdist hann landmátari, men hann las eisini herstjórnarfrøði. Í 1750-árunum var hann í hjálandaherinum. Hann umboðaði Virginia fyrstu tingseturnar tíðliga í amerikanska frælsisbardaganum og gjørdist hægstráðandi fyri amerikanska herinum. Washington var eisini valdur fyrsti forseti í USA í 1789 og sat í tvey fýraáraskeið. Seinastu árini var hart stríð ímillum føderalistarnar (samveldismenninar), sum tóku undir við einum sterkum samveldisstýri, og republikanarnar, sum løgdu mest dent á rættindini hjá einstaka borgaranum og samveldisríkjunum.