Richard Nixon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Richard Nixon
Richard M. Nixon, ca. 1935 - 1982 - NARA - 530679.tif
37. Forseti Sambandsríki Amerika
Í embæti
20. januar 1969 – 9. august 1974
Varaforseti
Undanmaður Lyndon B. Johnson
Eftirmaður Gerald Ford
36. varaforseti USA
Í embæti
20. januar 1953 – 20. januar 1961
Forseti Dwight D. Eisenhower
Undanmaður Alben W. Barkley
Eftirmaður Lyndon B. Johnson
United States Senator
frá Kalifornia
Í embæti
4. desember 1950 – 1. januar 1953
Undanmaður Sheridan Downey
Eftirmaður Thomas Kuchel
Limur í U.S. House of Representatives
frá Kalifornia 12. distrikt Kalifornia valdømi
Í embæti
3. januar 1947 – 1. desember 1950
Undanmaður Jerry Voorhis
Eftirmaður Patrick J. Hillings
Persónlig kunning
Fødd(ur) Richard Milhous Nixon
(1913-01-09)9. januar 1913
Yorba Linda, California, U.S.
Andaðist 22. apríl 1994(1994-04-22) (aldur 81)
New York City, New York, U.S.
Hvíldarstaður Richard Nixon Presidential Library and Museum
Yorba Linda, Kalifornia, USA
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Hjúnafelagi(ar) Pat Ryan (g. 1940; doyði 1993)
Børn Patricia "Tricia" og Julie
Alma mater Whittier College (B.A.)
Duke University (J.D.)
Starvsgrein
Átrúnaður Quaker
Heiður American Campaign Medal ribbon.svg Asiatic-Pacific Campaign Medal ribbon.svg World War II Victory Medal ribbon.svg
Kelinavn Dick
Undirskrift Kursiv undirskrift í blekk
Hertænasta
Tilknýti  United States of America
Service/branch  United States Navy
Ár í tænastu 1942–1946
Rank US Navy O4 infobox.svg Lieutenant commander (USA)
Bardagar/kríggj

Richard M. Nixon (føddur 9. januar 1913 í Yorba Linda, Kalifornia22. apríl 1994 í New York City), var amerikanskur politikari og 37. forseti USA frá 19691974. Hann er tann einasti amerikanski forsetin sum hevur valt at leggja frá sær. Hann legði frá sær tá tað gjørdist greitt at Kongressin ætlaði at reisa ríkisrættarsak moti honum fyri politisku Watergate-gøluna.

Gongdin til ríkisrættarmálið móti Richard Nixon byrjaði í oktober 1973 í Umboðsmannatinginum, har Umboðsmannatingið bleiv samt um at seta fram uppskot við trimum ákærum móti Nixon. Hetta vóru ákærur, sum komu av Watergate-gøluni, har harkalið frá Republikanaranum høvdu brotið inn í Watergate kontórbygningin í District of Columbia, har Demokratarnir høvdu høvuðssæti. Innbrotið í Watergate-kontórbygningin í Washington fór fram 17. juni 1972, men ikki fyrr enn í oktober 1973 var málið komið so tætt at forsetanum, at Umboðsmannatingið byrjaði at kanna eitt møguligt ríkisrættarmál ímóti Nixon.

Hóast Republikanararnir høvdu meirilutan í Umboðsmannatinginum, so var stemningurin vendur so nógv ímóti Nixon, at har fór allarhelst at vera meiriluti fyri ákærunum ímóti honum. Tískil valdi hann tann 9. august 1974 at siga seg úr forsetaembætinum, og harvið endaði ríkisrættarmálið móti honum, áðrenn tað var byrjað.[1] Eftir at Richard Nixon hevði lagt frá sær, var tað varaforseti hansara Gerald Ford, ið tók við sum forseti. Og bert góðan mánað eftir, at Gerald Ford var fluttur inn í Hvítu Húsini, valdi hann at náða Nixon í Watergate-ákærunum ímóti honum.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]