Forseti Sambandsríki Amerika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skallaørnin er í tjóðarskildrinum hjá USA.

Forsetin í USA hevur tann størsta stjórasessin í USA. Joe Biden er núverandi forseti í USA, hann varð valdur tann 3. november 2020. USA er tað fyrsta landið sum fekk sær forseta. Í USA eru fleiri politiskir flokkar, men síðani 1853 hava allar forsetarnir komnir frá entin Republikanska Flokkinum ella Demokratiska Flokkinum. Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Um tú ikki ert føddur í USA, kanst tú ikki vera forseti í landinum. Eisini er krav um, at forsetin skal vera minst 35 ára gamal og hava búð í USA í meira enn fjúrtan ár. Soleiðis sigur amerikanska grundlógin.

Ríkisrættarmál[rætta | rætta wikitekst]

Á myndini verða 100 senatorar tiknir í eið sum juristar í sambandi við ríkisrættarmálið móti Bill Clinton.

Í USA eru tveir hættir at reka forsetar úr sínum embæti móti teirra vilja. Annar er, at ríkisrættarmál (en.: impeachment) verður ført móti forsetanum, og at hann har verður funnin sekur. Hin er, at forsetin verður mettur at verða óegnaður, av ein-hvørjari orsøk, at røkja starv sítt. Fyri at fáa forsetan mettan sum óegnaðan krevst, at varaforsetin, saman við helmingurin av ráðharrunum í stjórnini, geva boð til Kongressina um, at forsetin ikki longur er egnaður at røkja embæti sítt. Henda áseting er at finna í stykki 4 í 25. ískoytinum til amerikonsku grundlógina, men hon hevur ongantíð enn verið nýtt.



Men ríkisrættarmál hava tó verið roynd móti forsetum í USA. Síðani stovnanina av forsetaembætinum í 1789 eru ríkisrættarmál innleidd móti trimum forsetum, har tvey av hesum endaðu við dómi - og báðu ferðirnar blivu forsetarnir frídømdir. Fyri at reka ein forseta úr sínum embæti við ríkisrættarmáli krevst, at forsetin verður funnin sekur í at hava framt svík, tikið ímóti mutri, ella hevur framt onnur brotsverk ella misbrot. Men hóast orðingin er ógvuliga breið, so er hon bert ætlað til álvarslig brot á embætisførsluna hjá forsetanum.



Verður ein funnin sekur í einum ríkisrættarmáli, verður ein rikin úr sínum embæti, og verður bannaður at fáa nýtt føderalt embæti fyri lívstíð. Men ríkisrættarmál taka einans støðu til embætisspurningin, ríkisrættarmál taka ikki støðu til, um ein eisini skal dømast at rinda endurgjald, ella kanska enntá dømast í fongsul. Men tað er einki sum forðar fyri, at frákoyrdi forsetin seinni verður dømdur at rinda endurgjald ella dømdur fongsulsrevsing fyri tey brot, hann framdi í sínum embæti.[1]

Tann fyrsti forsetin, sum var ákærdur í ríkisrættarmáli, varð Andrew Johnson í 1868, og tann næsti og seinasti forsetin higartil, var Bill Clinton í 1998. Báðir blivu funnir ósekir í teirra ríkisrættarmálum.[2]

Bókasavn[rætta | rætta wikitekst]

Bókasavn sum sína stjórnartíðina hjá ymisku forsetunum eru bygd síðan Franklin D. Roosevelt varð forseti. Eftir stóra krakki í Wallstreet staðfesti táverandi forsetin Roosevelt at hann hevði nógv áhugavert søguligt skjalatilfar á kontóri sínum. "Vit mugu lata almenningin síggja hvat tað er sum forsetar fáast við, hvørja ráðgeving hann fær og hvørji mál vóru framd og ikki", staðfesti Roosevelt. Síðani var ein lóg samtykt har tað áliggur forsetanum sjálvum at útvega fígging til byggingina av bókasavninum og síðani tekur staturin yvir raksturin.

Drápsroyndir[rætta | rætta wikitekst]

Íalt hava 17 forsetar i USA verið fyri drápsroynd. Fýra teirra vórðu dripnir, meðan tveir fingu mein.

Væleydnaðar drápsroyndir[rætta | rætta wikitekst]

Miseydnaðar drápsroyndir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]