Saddam Hussein
Saddam Hussein صدام حسين | |
---|---|
Forseti Iraks | |
Í embæti 16 Juli 1979 – 9 apríl 2003 | |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Saddam Hussein Abd al-Majid al-Tikriti 28. apríl 1937 Al-Awja, Saladin Province, Iraq |
Andaðist | 30. desember 2006 Kadhimiya, Baghdad, Iraq | (aldur 69)
Politiskur flokkur | Arab Socialist Ba'ath Party (1957–1966) Baghdad-based Ba'ath Party (1966–2006) |
Átrúnaður | Sunni Islam |
Saddam Hussein (28 apríl 1937 - 30 desember 2006) var ein irakiskur politikari og kollveltingarmaður, ið sat sum forseti Iraks frá 16. juli 1979 til 9. apríl 2003. Eisini var hann forsetisráhærri í Irak í tveimum tíðarskeiðum. Frá 1979 til 1991, og aftur frá 1994 til 2003.
Barnaár
[rætta | rætta wikitekst]Saddam Hussein var borin í heim í bygdini Al-Awja. Ein lítil bygd nærhendis Tikrit, har norðuri í Irak. Foreldrini vóru Hussein Abd Al-Majid og Subha Tulfah Al-Mussallat. Navnið Saddam merkir " Stríðsmaðurin, ið stendur stinnur". Bæði faðir og bróðir hansara doyðu av krabbameini áðrenn hann var føddur. Hetta hevði við sær, at mamma Saddam, Subha, gjørdist sera tunglynd. So tunglynd gjørdist hon, at hon bæði royndi at fremja fosturtøku, og at taka lívið av sær sjálvari.
Tá Saddam var borin í heim vildi mamma hansara einki hava við sonin at gera, og hetta hevði við sær at ein beiggji hennara tók dreingin til sín. Sum 10 ára gamal rýmdu hann og mammubeiggjin, Khairallah Talfah til Baghdad. Talfah var sum ein pápi fyri Saddam.
Politiska lívsleiðin
[rætta | rætta wikitekst]Í tíðini tá Saddam vaks til mann hevði kollvelltingarhugurin fest seg í Irak. Hetta sást serliga aftur í, at framhugsnir politikarar og sosialistar settu seg upp ímóti stættini. Sum ungur maður gjørdist Saddam Hussein limur í Arabiska sosialistiska Ba'ath flokkinum. Tað var sum formaður í hesum flokkið, at Saddam tók valdi í Irak í 1979.