Nýfundland og Labrador

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: Kanada Kanada
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: St. John's
Størsti býur: St. John's
Innlimað: 31. mars 1949
Vídd: 404,517 km²
Íbúgvar (2011): 514 536
fyri km²: 1.2/km²
Tíðarsona: UTC -3.5 Nýfundland
UTC -4 Labrador
Heimasíða: www.gov.nl.ca

Nýfundland og Labrador (enskt: Newfoundland and Labrador) er ein landslutur í Kanada við umleið 514.000 íbúgvar. Á grunnunum við Nýfundland eru stak góðar fiskileiðar, men í mong á var veiðitrýstið alt ov stórt, og miðini vórðu trároynd. Tí hevur verið neyðugt at minka fiskiskapin nógv seinastu árini. Tað er komið labrador- og nýfundlendingum illa við, tí at fiskivinnan er høvuðsvinna teirra.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Leivur Eiriksson kemur til Kanada[rætta | rætta wikitekst]

Leivur Eiriksson var sonur Eirik Reyða, sum var fyrsti norðbúgvi, ið kom til Grønlands. Um 1000 sigldi Leivur av Nuukfirði og vestur í hav eftir ókunnugum landi, sum ein annar norðbúgvi hevði sæð á eini ferð frammanundan. At enda kom hann til Amerika. Eftir at hava granskað landið, helt Leivur leiðina heimaftur til Grønlands.

Í íslendingasøgum verður sagt, at Leivur Eiriksson og manning hansara bygdu nakrar smáttur at vera í fyribils. Í 1960-árunum vórðu leivdir av norrønum búsetningum funnar í Nýfundlandi. Tær eru tíðfestar at vera frá um 1000. Í L'Anse aux Meadows í Nýfundlandi eru funnar átta húsatoftir, sum hava norrønt snið.

Leivur Eiriksson kallaði londini "Helluland", "Markland" og "Vínland". Vínland kann hava verið Nýfundland.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið