Jump to content

Nuuk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grunddáta
Land: Grønland Grønland
Kommuna: Sermersooq
Vídd: 690 km2 (býurin)
Íbúgvar (2014): 16.818
Postnummar: 3900
Tíðarzona: UTC−3
Almenn heimasíða: www.sermersooq.gl

Nuuk (Danska navnið er Godthåb. Fyrr eisini skrivað: Nûk) er høvuðsstaður í Grønlandi og hevur umleið 16 túsund íbúgvar (í 2014). Tilsamans búgva 22.673 fólk í høvuðsstaðarkommununi Sermersooq. Eins og allir grønlendskir býir liggur Nuuk fram við sjónum. Nuuk er størsti býur í Grønlandi og høvuðsstaður landsins. Her eru landsstýrisskrivstovurnar og fyrisitingin, og her kemur Landstingið saman. Nuuk er nútíðarbýur í menning. Nógv fólk flytur av bygd til býin og vónar at fáa lut í vælferðini.

Norski presturin, Hans Egede, grundaði býin í 1728. Bert 50 ár seinni var íbúgvaratalið rokkið upp um 1000. Nuuk hevur bæði flogvøll og tyrlupall. Flogvøllurin liggur bert eitt sindur uttan fyri býin, á einum øki, har heimsins elstu fjøll standa. Hildið verður, at tey ery meira enn 3500 milliónir ára gomul. Tann gamli býarparturin er niðri við sjógvin. Her eru fleiri gomul, vøkur hús, og í einum teirra Forngripasavn Grønlands innivist. Á savninum fæst ein góð mynd av, hvussu tey baldust í forðum í hesum ísbarda landinum. Skamt frá teimum gomlu húsunum stendur standmynd av Hans Egede. Hann lítur oman yvir ta gomlu bygdina, har hann kendi hvørja steinpirru í túnunum. Hann varnast eisini alt tað nýggja, ið bygt verður millum dag og ár.

Her eru bankar, útvarp, skrivstovur, kirkjur, kykmyndahallir, grillbarrir, gistingarhús, steikarhús, sjúkrahús og handlar. Nógvastaðni í býnum síggjast stórir kranar, ið nýttir verða í stórhúsabyggingini. Nuuk er í støðugum vøkstri. Vøksturin er bráðari, enn nakar hevði gjøtlað um fyri einum 20 árum síðani. Tað er drúgført at ganga úr enda í enda á býnum. Ávegis gjøgnum býin síggjast mong sera vøkur sethús og fleiri stór raðhús. Í so mongum er Nuuk líkur einum lítlum stórbýi. Og hann hevur sum allir aðrir stórbýir sínar ringu og góðu síður.

Tey flestu, tú hittir ella sært í býnum, eru grønlendingar. Men har er hópur av dønum og øðrum, ið hagar er komin at leita sær arbeiði.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið