Barrow

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Býarmynd úr Barrow. Alt er sandur. Húsini standa á pelum orsakað av permafrostinum.

Barrow er norðasta bygd í Alaska (og í USA), og liggur í North Slope Borough. Her búgva umleið 4200 fólk. Bæði fólkið og mál teirra kallast inupiat. Fólkið er av mongolskum uppruna og hevur búð her í eini 10.000 ár ella meira. Fornfrøðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eini 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope Borough-økinum. og gott 4200 av teimum í Barrow. Ongir møguleikar er í økinum til nakað slag av landbúnaði. Lendið er kargt og oyði. Permafrost er bara ein hálvan metur undir jørð. Økið er avkavað einar átta til níggju mánaðir um árið.