North Slope Borough
North Slope Borough er tann norðasti landsluturin í amerikanska statinum Alaska í Arktis. Hin 30. juni 2010 var fólkatalið í North Slope-landslutinum 9.430. Høvuðsbýurin og størsti býurin er Barrow. Upprunafólkið á staðnum, inuittar, vóru 68,38 prosent av fólkinum í 2010.
Umsitingarliga er hvør av teimum átta bygdunum í North Slope Borough ein eind við egnum borgmeistara. North Slope-økið er samskipað í North SIope Borough við felags umsitingarleiðara. ið eisini ber heitið borgmeistari.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]North Slope er alt økið fram við norðurstrondini á Alaska norðan fyri ta stóru fjallarøðina Brooks Range. góðar 500 kilometrar norðan fyn pólknngin. Mót eystri hevur North Slope Borough mark til kanadisku regiónina Yukon og móti suðri er mark til landslutirnar Northwest Arctic Borough og Yukon–Koyukuk í Alaska. Arktis har norðuri er opið hav, sum er fjalt av ísi.
Norðast í Alaska er pólveðurlag. Norðast á jørðini er næstan altíð øgiliga kalt. Lægsti hitin, sum nakrantíð er máldur í USA, var í Point Barrow í North Slope Borough í 1971, −62 °C. Veturin er langur, og tá sær sólin als ikki. Um summarið skínur sólin alt samdøgrið, men sólstrálurnar standa á skák, og hitin fer sjáldan upp um frostmarkið.