Jump to content

Bummull

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Í bummull-lundunum í USA arbeiddu mest trælir. Myndin er tikin í Mississippi í 1911.

Bummull er ársplanta og verður umleið hálvanannan metur høg. Fruktin er eitt hylki við svørtum fræ, og úr frænum ber til at vinna olju. Á hylkjunum eru hvítar tægrir, sum kunnu nýtast til klæði. Bummullarplantan setur tær treytir til vakstrarumhvørvið, at hitin er omanfyri 22 ºC í vakstrartíðini, sum er uml. 200 dagar. Avfalsnøgdin skal vera millum 60 og 100 cm í vakstrartíðini. Er hon minni, er neyðugt at veita vatn á. Í búningartíðini og tá ið hon verður heystað, tørvar henni nógva sól og turrveður. Bummull verður dyrkað bæði í subtropiska og tropiska økinum. Í tropunum verður hon sáað, beint áðrenn regntíðin byrjar. Í subtropunum verður hon sáað um várið. Alla vakstrartíðina skal lúkast, og planturnar skulu sproytast móti skaðakyktum. Bummullin skal heystast, fyrsta ið hylkini sprotna, tí ullin spillist, kemur hon undir regn. Best er at taka bummullina við handmegi, tí tá ber til at taka óbúna frukt standa eftir til seinni. Men avtøka av trælahaldi og høgar lønir hava havt við sær, at í USA eru gjørdar maskinur at heysta hylkini við. Tá ið bummullin er heystað, skal fræið skiljast frá ullini. Hetta verður gjørt við maskinum. Síðan verður ullin send á spunavirkini, har hon verður spunnin og síðan vovin til bummullarklæði. Úr fræunum verður pressað olja, sum verður nýtt til matolju og margarin. Pressaða fræið verður nýtt til dýraføði. Gamla bummullarlandið er Suðurríkini í USA (t.d. í Georgia og Alabama), takkað veri bíligari arbeiðsmegi í trælatíðini. Tá varð bummullin serliga velt í landsynningsstátunum, men vegna niðurpíning av jørðini og trupulleikar við snultiklukkum er framleiðslan alsamt flutt longur vestur. Seinastu árini hava bæði India og Kina kappast við USA um fyrstaplássið. Aðrir stórir framleiðarar eru Pakistan, Brasil, Usbekistan og Turkaland. 


Seinast í 18. øld varð minni spunnið á rokki. Maskinurnar, sum bretar høvdu uppfunnið, komu ístaðin.

Fyrsta vøran, sum maskinurnar gjørdu sjálvar, var klæði úr bummull. Fyrstu verksmiðjurnar vóru vatnmyllur, sum gjørdu klæði úr bummull. Har var nógvur gangur, og maskinurnar vóru vandamiklar. Har arbeiddu helst børn og konufólk, tí tey fingu minni í løn enn menninir. Í Miðamerika, Suðuramerika og India hava tey dyrkað bummull í mong túsund ár. Bummullin varð fyrst spunnin til tógv og síðan vovin til klæði. Grikkar fluttu í árinum 325 f.Kr. bummull úr India til londini við Miðjarðarhavið. Bara ríkir grikkar og rómverjar høvdu ráð at ganga í bummullklæðum. Í 8. øld høvdu spaniólar lært seg at dyrka bummull. Arábar høvdu valdið í Spania um hetta mundið, og spaniólar høvdu sæð, hvussu teir gjørdu. Sum tíðin leið, fóru fólk norðari eisini at ganga í bummull-klæðum. Tá ið ullin fór at tróta í Stóra Bretlandi í 19. øld, keyptu teir ull úr øðrum londum. Um syðru Mississippi-leiðina í USA vaks nógv bummull; hana keyptu bretar heim at virka til klæðir. Aðrir menn spunnu bummull, men bretar fingu av tí ráliga veðurlagnum tann fínasta tráðin og tí tey bestu pløggini. Bummullin varð uppskipað í Liverpool, og verður tað enn, tí komu tey størstu bummullsvirkini at standa um Liverpool-leiðina. Stóra Bretland fekk óarbeidda bummullvøru úr teimum stóru lundunum í t.d. Alabama. Henda bummullvøran varð so tilgjørd og seld í Evropa. 

Í bummull-lundunum í USA arbeiddu trælir.

Framleiðslulond

[rætta | rætta wikitekst]
Nú á døgum flyta ídnaðarlondini aftur bummull-klæði úr India. Henda vøra er bílig, tí lønirnar í India eru lágar. Myndin omanfyri er tikin í India í 2005.

Fólkalýðveldið Kina framleiddi 6,6 milliónir tons av bummull í 2011 og var harvið heimsins størsti framleiðari. Aðrir stórir framleiðarar eru India (næststørsti framleiðarin), USA (3.), Pakistan (4.) og Brasil (5.).

Framleiðsla (í tons)
Pláss Land 2009 2010 2011
1 Fólkalýðveldið Kina Kina 6,377,000 5,970,000 6,588,950
2 India India 4,083,400 5,683,000 5,984,000
3 USA USA 2,653,520 3,941,700 3,412,550
4 Pakistan Pakistan 2,111,400 1,869,000 2,312,000
5 Brasil Brasil 956,189 973,449 1,673,337
6 Usbekistan Usbekistan 1,128,200 1,136,120 983,400
7 Turkaland Turkaland 638,250 816,705 954,600
8 Avstralia Avstralia 329,000 386,800 843,572
9 Turkmenistan Turkmenistan 220,100 330,000 330,000
10 Argentina Argentina 135,000 230,000 295,000
Heimurin 19,848,921 22,714,154 24,941,738
Kelda: Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða [1]

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". http://faostat.fao.org/site/339/default.aspx. Heintað 2014-10-13. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið