Ídnaðarland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ídnaðarlond)
At eitt land er ríkt er m.a. ávirkað av ídnaði, tilfeingi og politiskum tryggleika.

Ídnaðarlondini eru í høvuðsheitinum tey ríku londini í Vesturheiminum. Í teimum londum, vit kalla ídnaðarlond, er ídnaðurin týdningarmesti vinnuvegurin. Í menningarlondum eru serstakliga landbúnaður ella fiskivinna týdningarmest, ikki tí, fólk í ídnaðarlondum liva eisini av fiskivinnu og landbúnaði, men úrtøkan til hvørt fólk ella hvønn arbeiðstíma er munandi betri enn í menningarlondunum. Ídnaðarlondini hava hægri úrtøku, tí maskinur gera ein part av arbeiðinum, betur verður dyrkað, funnið verður fram til nýggj kornsløg, handilsstøð nýtt og ikki mykja, nýggj amboð, sum arbeiða jørðina betur, og ofta eru garðarnir størri.

Lond í Vesturheiminum bygdu upp sín ídnað í 19. og fyrra helmingi í 20. øld, í hjálandaveldistíðini. Flestu av hesum hjálondum eru nú sjálvstøðug lond, men kortini eru tey heft búskaparliga at Vesturheiminum. Tey noyðast at læna pening í ídnaðarlondunum til høgu rentu, og skulu tey gjalda aftur lánini, noyðast tey at selja ídnaðarlondunum tilfar fyri tað, ídnaðarlondini leggja á. Og skuldi tað eydnast onkrum mennigarlandi at gjørt ídnaðarvøru, so er næstan ógjørligt at sleppa inn á marknaðin í ídnaðarlondunum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]