Usbekistan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Uzbekistan in its region.svg

Usbekistan (usbekskt: O'zbekiston) er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Tasjkent. Usbekistan var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 1. september 1991. Fólkatalið í Usbekistan er umleið 30,2 milliónir (2013). Usbekistan er eitt av ríkastu og fjølbygdastu londunum í Mið-Asia. Stórt ráevnistilfeingi er í Usbekistan. Har er nógv olja, gass, kol, gull og uran. Stór gassleiðing er løgd úr Bukhara og norður til Uralfjøll í Russlandi. Men gassið verður eisini nýtt í usbekiska ídnaðinum, til dømis í evnafrøði-ídnaðinum og maskin- og flogfaraídnaðinum. Landslagið er skiftandi; tveir triðingar eru oyðimørk og turrar grasfløtur; men har eru eisini fruktagott lendi og stríðar áir og snjótakt fjøll. Gomlu býirnir fram við Silkivegnum eru farnir at draga nógv ferðafólk til sín, og útlendskar fyritøkur eru uppi í at gagnnýta stóra ráevnistilfeingið og góðu vatnorkumøguleikarnar. Usbekistan er fjórðstørsta bummullarland í heiminum. Usbekar nevna bummull "hvíta gullið". Silkivegurin er navnið á forna handilsvegnum úr Kina, ígjøgnum Mið-Asia, Miðeystur og til Evropa. Mangir gamlir islamskir býir, ið vóru handilsmiðdeplar, eru fram við vegnum. Ímillum teirra eru Samarkand, við mongum vøkrum islamskum bygningum, og Bukhara, sum er pílagrímsbýur hjá muslimum, og Tasjkent, høvuðsstaðurin í Usbekistan, sum er gitin undir navninum "gosbrunnabýurin".



Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam