Hongkong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
香港
Flagg Hongkong
(Flagg Hongkong)
Skjaldarmerki Hongkong
(Skjaldarmerki Hongkong)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: March of the Volunteers (enskt)
義勇軍進行曲 (kinverskt)
Hong Kong Location.svg
Alment mál Kinverskt (kanton-kinverskt, enskt
Høvuðsstaður Viktoria (partur av Stórhongkong)
Forsætisráðharri Henry Tang
Guvernørur Donald Tsang
Fullveldi Onki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 104 km²
4,58 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
7 055 071
6480/km²
Gjaldoyra Hongkong-dollari (HKD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .hk
Telefonkota +852
1 Hongkong gjørdist partur av Kina í 1997, men hevur áður staðið undir Bretlandi. Kapitalistiska skipanin heldur fram til 2047.

Hongkong (enskt heiti: Hong Kong Special Administrative Region of the People's Republic of China, kinverskt heiti: 中華人民共和國香港特別行政區) er ein av týdningarmestu fíggjarmiðdeplum í heiminum og ógvuliga ríkt. Tað er ein týðandi ídnaðar- og handilsbýur, haðani teir selja nógvar ídnaðarvørur til Evropa. Hongkong er í dag ein vestur­lend­skur býur í einum komm­un­istiskum landi, og nógvir kin­verjar droyma um at sleppa at búgva í Hongkong.

Í Hongkong búgva umleið 7,0 milliónir fólk. Miðallívsævin í landinum er 82,04 ár og 6,5 % av fólkinum eru ikki lesifør [1].

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Í 1898 samdust Fólkalýðveldið Kina og Stóra Bretland um, at Stóra Bretland skuldi leiga Hongkong í 99 ár. 1. juli 1997 kom Hongkong aftur undir Kina, men fyrrverandi bretska hjálandið skal hava egna stýrisskipan í 50 ár. Hongkong er tí ikki sjálvstøðugt ríki, stendur undir Kina, men hevur egna stýrisskipan til 2047 [2].

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Uttan fyri Guangdong er býurin Hongkong, sum nú hoyrir til kinverska ríkið. Hongkong er 1 104 km2.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Í Hongkong, sum er handilsmiðstaður við moskusi, verður goldið upp í 500 000 kr fyri eitt kg. Tað mesta verður haðani selt til Japans.

Mong háhús eru í Hongkong, og á handilsgøtuni mitt í miðbýnum stendur stórsligna háhúsið hjá Hong Kong Shanghai Banka. Bygt verður uppeftir, tí at so lítið lendi er at byggja á. Húsið varð liðugt bygt í 1985 og er eitt verkfrøðiligt meistaraverk. Tá ið húsið varð bygt, ráðførdu byggifrøðingarnir seg alla tíðina við serfrøðingar í feng shui, aldagomlu kinesisku trúnni um vindsins og vatnsins megi. Hetta varð gjørt til tess at vissa øllum teimum mongu fólkunum, ið skuldu vera í húsinum, góða heilsu, hepni og ljósa framtíð [3].

Ídnaður[rætta | rætta wikitekst]

Fyrr var nógvur ídnaður í Hongkong. Nógv varð gjørt av leikum, klæðum og elektróniskum vørum. Nú er næstan allur ídnaður fluttur norður um markið til Guangdong og Kina, har lønarlagið er nógv lægri. Allarflestu fólk í Hongkong starva í tænastuvinnuni.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Hóast Hongkong bara er heilt lítið landøki, eitt nes við fjøllum og útifyri 230 grýtutar oyggjar í Landsynningsasia, búgva 7,0 milliónir fólk har.

Mong fólk í Hongkong búgva ikki uppi á landi, men í báti. Heil húski búgva samanstúgvað í djunkum og sampanum, tey liva av fiskiskapi. Har eru eisnini flótandi handlar, matstovur, skúlar; tannlæknar og háfríðkanarfólk fara eisini til arbeiðis við báti. Túsundtals fólk búgva enn soleiðis, men hesin lívsháttur er nú í vanda fyri at fara í søguna. Atvoldin er, at stór nýmótans fiskiskip koma í staðin fyri gomlu bátarnar, og útróðrarmenninir verða noyddir at fáa sær arbeiði uppi á landi.

Mong kinesisk húski, helst úr Hongkong, búsettu seg í USA og Kanada, áðrenn Hongkong fór undir kinesiskt yvirræði í juli 1997 [4].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/hk.html
  2. http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/2747.htm
  3. http://isites.harvard.edu/fs/docs/icb.topic32894.files/7-4_Hongkong.pdf
  4. http://calgary.hkcba.com/forum/_Library/example_logos/Doreen_Steidle_Compatibility_Mode_.pdf
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuveit | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam