Ódnir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Soleiðis kann ein ódn síggja út frá rúmdini (fylgisveinamynd).
Kort yvir Atlantarhavs ódnir í 1988.

Ódn er ógvuliga hvassur vindur. Ódn er ringasta veður ein kann hugsað sær. Himmal og hav standa í einum, og fólk mugu taka alt leyst tilfar, sum liggur úti, upp og fáa tað til høldar innandura ella surra tað væl fast. Síðan mugu fólk halda seg innandura, so leingi ódnin leikar í. Harður vindur verður kallaður ódn, tá vindmegin er 12 á Beaufort-talvuni, sum merkir at vindmegin er í minsta lagi 32,8 m/s. Tað er ikki ofta, at slíkar ódnir herja, men tað kemur meir enn so fyri. Í Føroyum er hetta hent fleiri ferðir, t.d. minnast mong fólk sonevndu Jólaódnina, sum herjaði í Føroyum í 1988 og gjørdi sera stóran skaða. Jólaódnin var beint áðrenn jól í 1988. Um kvøldið hin 24. november 2011 rakti aftur ein ódn beint á Føroyar[1] og gjørdi skaða kring alt landið.[2] Normenn nevndu ódnina Berit [3]. Alsamt leika einar 2000 ódnir í ymsa staðni á Jørðini. Tær harðastu ódnirnar hava sjálvar serstaka vindskipan, meðan tær fúka avstað sum ein eind.

Í ávísum støðum á Jørðini, til dømis í Meksikoflógva, eru javnan ódnir av landafrøðiligum viðurskiftum. Tær flestu av ódnunum, sum kykna upp norðanfyri miðkring millum Amerika og Afrika, enda sínar dagar við strendurnar í USA, men onkur heldur leiðina fram norður við strondini til Newfoundland and Labrador í Kanada, og fær hon tá fatur á einum brúgvalagi, mennist hon til eitt djúpt lágtrýst, sum vanliga kemur móti Føroyum og hevur ódnarveður við sær. Ódnarveður kann elva til ræðuligar oyðingar, vindurin verður so ógvusligar, og umframt at bera móru, kava og sand við sær, kann ódnin eisini gera flóðaldu. Flóðaldan er tann mest oyðandi megin í ódnarveðri. Lufttrýstið fellur brádliga í miðjari ódnini, og sýgur sjógvin at sær. Samstundis melur stormurin í lingur um flóðalduna, og ger hana størri. Flóðaldan, ein múrur av sjógvi, fer við ódnini, og rennur hon á land, verður stórskaði.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vejret.tv2.dk, Orkan rammer Færøerne i aften
  2. Vagaportal.fo, Løgreglan: Skaðar eru um alt landið
  3. Storm.no, Ekstremværet Berit: Venter hundreårsbølger langs kysten