Tannlæknar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tannlæknar.

Tannlæknin hevur lært at kanna og viðgera tannhald og tenn. Kanning og viðgerð fer fram á tannlæknastovum. Góð tannlæknaútbúgving og tøknifrøðilig menning hava gjort viðgerðina trygga og næstan pínuleysa í Vesturevropa og USA. Heldur tannlæknin, at sjúklingurin fer at fáa ilt, verður hann doyvdur.

Brennir ein tonn, borar hann tað brenda burtur. So verður plast ella amalgam, sum harðnar skjótt, fylt í aftur. Tannlæknin kann eisini seta krúnu á brotna tonn. Nú taka tannlæknar ikki tenn og geva fólki handilstenn uttan so, at eingin annar møguleiki er. Okkum nýtist ikki at fara so mong ár aftur í tíðina, at støðan var heilt øðrvísi. Nógv høvdu ringar tenn og máttu taka tær blaðung. Tannlæknar beina eisini tenn. Tá ganga fólk við skinnara, sum trýstir tær skeivu tenninar á beint.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið