Tannlæknar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Í Føroyum eru skúlatannlæknar og privatir tannlæknar. Skúlatannlæknar taka sær av tannrøktini hjá børnum í skúlaaldri og undir skúlaaldri, hesir eru kommunalir, og so eru tað privatir tannlæknar til tey vaksnu. Summar kommunir hava útveitt barnatannrøktina til privatar tannlæknastovur í økinum.

Í 2014 vann ein føroyskur tannlækni heiðurin sum Ársins Megnarkvinna. Tað er blaðið Kvinna og Íverksetarahúsið, ið lata virðislønina. Vinnarin gjørdist Joan Petri Olsen, sum eigur tannlæknastovuna Petri Tannklinikk í Havn.[1]

Listi yvir tannlæknar í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

[2]

Tannlæknar[rætta | rætta wikitekst]

  • Joan Petri Olsen
  • Oddmar Færø
  • Sam Al Weshali
  • Eyðbjørn Joensen
  • Suni Joensen
  • Marnar Gaard
  • Ísak Thomassen
  • Eyðbjørn Gaard
  • Tróndur Joensen
  • Tórmóðir Schrøter-Thomsen
  • Hans Tausen
  • Jonna Sjúrðaberg
  • Annika Næs Johannesen
  • Rudie Thomsen
  • Eirikur Hofgaard
  • Teitur Herup
  • Sigga í Garðastovu
  • Margreth Holm
  • Halla við Høgadalsá
  • Unnur Jensen
  • Sólvá Eystberg
  • Berit R. Olsen
  • Eyvør Patursson
  • Margit Svarrer
  • Elin Svarrer
  • Tórstein Holm
  • Mortan í Hamrabyrgi
  • Marjun Vang
  • Markus Hvannastein
  • Magni Eidesgaard
  • Bogi á Steig
  • Lív Lenvig
  • Rutt Jensen
  • Kristina Bjartursdóttir Dalsgarð
  • Gunnhild Bjørk
  • Beinta Vatnsdal
  • Heidi Joensen
  • Maria Hansdóttir Tausen
  • Kirstin Jacobsen
  • Jenny Høgnesen
  • Bjørk Herup Olsen
  • Helena Dahl Wardum
  • Rakul Mikkjalsdóttir

Sertannlæknar[rætta | rætta wikitekst]

  • Halldis á Grønastøð, Ortodonti

Listi yvir privatar tannlæknastovur í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

[3]

Privatar tannklinikkir[rætta | rætta wikitekst]

Listi yvir kommunalar tannlæknastovur í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

[4]

Kommunalar tannklinikkir til børn & ung[rætta | rætta wikitekst]

  • Barnatannrøktin í Tórshavn, Tórshavn
  • Skúlatannlæknastovan í Sørvági, Sørvágur
  • Skúlatannlæknastovan í Vestmanna, Vestmanna
  • Skúlatannlæknastovan í Leirvík, Leirvík
  • Barnatannrøktin hjá Fuglafjarðar kommunu, Fuglafjørður
  • Skúlatannlæknastovan í Klaksvík, Klaksvík
  • Skúlatannlæknastovan í Heilsumiðstøðini, Vági
  • Barnatannarøktin í Tvøroyrar Kommunu, Tvøroyri
  • Barnatannrøktin á Skála, Skála
  • Skúla- og tannlæknaskipanin, Sandur

Kommunir sum hava útveitt barna- og ungdómstannrøktina til privatar tannklinikkir[rætta | rætta wikitekst]

Allar kommunir hava skyldu at veita ókeypis barna- og ungdómstannrøkt til egnar borgarar. Hevur kommunan ikki gjørt íløgu í egna tannlæknastovu og sett ein tannlæknastjóra, útveitur kommunan eftir siðvenju barnatannrøktina til fyrst staðsettu privatu tannklinikk í økinum.

Tannlæknavaktin[rætta | rætta wikitekst]

[9] Í Føroyum eru flest allir privatvirkandi tannlæknar skipaðir í eina tannlæknavakt, har tað ber til at fáa bráðfeingis hjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Privatvirkandi tannlæknanir arbeiða tá út frá egnari tannklinikk. Undantikið hesi vaktarskipan eru tannlæknar í Suðuroynni. Fólk í Suðuroynni skulu tískil venda sær til egnan tannlækna.

Tannlæknavaktin hevur telefon 314544, har tú verður umstillaður til vakthavandi tannlækna.

Vakttelefonin svarar bert leygardag, sunnudag, & halgidagar: kl. 10-11. Eitt vaktargjald verður tikið umframt kostnaðurin fyri sjálva viðgerðina.

Summarferiuvaktin[rætta | rætta wikitekst]

Í Føroyum eru nakrir privatvirkandi tannlæknar skipaðir í eina summarferiuvakt, har tað ber til at fáa bráðfeingis hjálp í vanligari arbeiðstíð um summarið, sum oftast í viku 29-32. Privatvirkandi tannlæknanir arbeiða tá út frá egnari tannklinikk. Undantikið hesi vaktarskipan eru tannlæknar í Suðuroynni. Fólk í suðri skulu seta seg í samband við egnan tannlækna.

Summarferiuvaktin hevur telefon 314544, har tú verður umstillaður til vakthavandi tannlækna.

Vakttelefonin svarar gerandisdagar ímeðan hon er virkin millum kl. 9-15. Vaktargjald verður tikið, tað verður goldið fyri sjálva viðgerðina sum vanligt.

Í kommunum við egnari tannlæknastovu skulu foreldur venda sær beinleiðis til barnatannrøktina. Barnatannlæknar í hesum kommunum luttaka ikki í vaktarskipanini. Barnatannlæknar í Sørvági, Hvalvík og Sandavági luttaka í summarferiuvaktini og skulu hesi foreldur tískil venda sær til summarferiuvaktina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo, Megnarprísur til Joan Petri Olsen
  2. Heilsutrygd, Tannlæknar
  3. Heilsutrygd, Tannlæknar
  4. Heilsutrygd, Tannlæknar
  5. Eiðis kommuna, Barnatannrøktin
  6. Sunda Kommuna, Barnatannrøktin
  7. Vága kommuna, Barnatannrøktin
  8. Runavíkar kommuna, Barnatannrøktin
  9. Heilsutrygd, Tannlæknavaktin