Vestmanna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vestmanna
Vestmannahavn (danskt)
Bygd
Vestmanna
Vestmanna
Land  Føroyar
Sýsla Streymoyar
Oyggj Streymoy
Kommuna Vestmanna kommuna
Íbúgvar 1.208 (2015)[1]
Postnummur FO-350
Markatal 56-00-00

Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum gekk fyrr um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er fólkaskúli, miðnámsskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.

Í Vestmanna skúla ganga umleið 190 næmingar. Umframt fólkaskúlan er miðnámsskúli í bygdini. Miðnám í Vestmanna, ið fyrr nevndist Fiskivinnuskúlin, byrjaði í 1989. Miðnám í Vestmanna er ein gymnasialur skúli, tvs. at næmingarnir sum ganga har fáa eina miðnámsskúla útbúgving.[2] Í skúlanum ganga umleið 70 næmingar. Harumframt bjóðar skúlin skeið sum ferðaleiðari. Miðnám í Vestmanna flutti inn í nýggjan skúla á bryggjuni inni á Fjørð í mars 2009.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki (Vest Pack), skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá SEV. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.

Áhugaverd støð[rætta | rætta wikitekst]

Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur, sum er bygdur í 1950. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð. Áðrenn undirsvjóvartunnilin millum Streymoy og Vágar varð liðugur, var Vestmanna miðdepilin fyri ferðasamband til Vágarnar og flogvøllin. Bilferjur sigldu millum Vestmanna og Oyragjógv á Vágoynni fleiri ferðir dagliga. Onkuntíð vóru tað tvey ferðamannskip sum pendlaðu aftur og fram allan dagin, tí tørvurin var so stórur at flyta fólk millum flogvøllin og Streymoynna. Eitt av ferðamannskipunum í Vestmanna var Sam, sum nú røkir farleiðina millum Kalsoynna og Klaksvík.[3]

Søgusavnið í Vestmanna.

Ferðavinna[rætta | rætta wikitekst]

Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Tað eru tvær fyritøkur, sum bjóða túrar til Vestmannabjørgini: Sjóferðir sum Skúvadal spf. eigur og rekur og Vestmannabjørgini spf. hjá Palla Lamhauge (eisini nevnt Sightseeing.fo). Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar. Einasta savn í Føroyum við voksdukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið læt upp í 2009.[4] Ein kunningarstova er í Vestmanna, sum nevnist Vestmanna Tourist Centre, tað er opið frá 1. mai til 30. september. Ein matstova er inni í Vestmanna Tourist Centre, hon er somuleiðis opin um summarið.[5] Eitt annað mat- og drekkistað er Bryggjan í Vestmanna. 7Adventures fyriskipar túrar við ATV akførum, gongutúrar, fiskitúrar, haruveiðu, síging og ymiskt annað.[6]

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið eigur fleiri bátastøddir eitt nú Vestmenningur, sum er 10-mannafar, Havfrúhgving og Jómfrúgvin, sum eru 5-mannafør.[7]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. Logting.fo, 72 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað
  3. Visittorshavn.fo, Í Vestmanna er roki á tilboðunum
  4. Planet.portal.fo[deyð leinkja]
  5. Visit-vestmanna.com, Matstovan Fjørukrógvin
  6. "7adventures.fo". http://7adventures.fo/. Heintað 2012-10-12. 
  7. "VIF.fo". http://www.vif.fo/sida68. Heintað 2010-12-12. 

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið