Vest Pack

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Vest Pack er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir plastposar, etikettir og ymiskt annað, mest av plast, tó er fyritøkan eisini heildarveitari av pakkitilfari, t.d. pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur osfr. Fyritøkan er í Vestmanna og varð stovnað í 1994.[1] Í 2013 varð fyritøkan heiðra av Vinnuhúsinum og varð valt til Ársins virki, sagt varð m.a. at Vest Pack útflytir umleið 20-25% av framleiðsluni.[2] Stjóri er Jóan Magnus Olsen. Fyritøkan hevur umhvørvisgóðkenning og er ISO 9001 góðkend.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vestpack.fo, Um Vest Pack
  2. in.fo, Vestpack er Ársins virki

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]