Vinnuhúsið
Vinnuhúsið (House of Industry) er eitt hús og ein ráðgevandi eind, sum umboðar og arbeiðir fyri at menna vinnulívið í Føroyum. Orðið Vinnuhúsið verður brúkt sum felagsnevnari fyri feløgini, sum í dag eru við til at mynda virksemið í húsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur húsið saman við Havnar Handverksmeistarafelag. Tað er tó Arbeiðsgevarafelagið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum, og øll hini vinnufeløgini gjalda fyri at vera við í felags umsitingini. Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum leggur linjurnar fyri arbeiðið í Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið veitir ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar og í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Vinnuhúsið veitir eisini ráðgeving til byggivinnuna og til vinnugreinafeløg og teirra limir. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum.[1]
Feløg undir Vinnuhúsinum
[rætta | rætta wikitekst]- Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Føroya Handverksmeistarafelag
- Havnar Handverksmeistarafelag
- Reiðarafelagið fyri Farmaskip
- Føroya Prentsmiðjufelag
- Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum
- Havbúnaðarfelagið
- Føroya Ráfiskakeyparafelag
- KT-felagið
- Samskifti
- Handilsvinnufelagið
- Ráðgevarafelagið
- Felagið Peningastovnar
- Ferðavinnufelagið
- Oljuvinnufelagið
- Oljutingið
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Industry.fo, Starvsfólk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-01. https://web.archive.org/web/20120501085716/http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=8. Heintað 2011-08-29.