VÍF

VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag, sum fevnir um ítróttargreinirnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið hevur bústað í Vestmanna.
Søgan[rætta | rætta wikitekst]
Vestmanna Ítróttarfelag varð stovnað 17. mai 1939. Tað hava sitið umleið 15 formenn í felagnum, harav tvær kvinnur [1].
Hondbóltur[rætta | rætta wikitekst]
VÍF byrjaði at hava kvinnuhondbólt longu tá felagið varð stovnað í 1939. Manshondbólturin byrjaði trý ár seinni í 1942. Tey fyrstu árini varð spælt inni á Fjarðasandi, síðan var farið niðan á Gomluplen. Seinni varð spælt á vøllinum við skúlan. Nøkur ár hevði felagið heimavøll í ítróttarhøllini á Skála, men í 1986 varð ítróttarhøll bygd í Vestmanna, og síðan tá hevur felagið havt venjingar har og spælt heimadystirnir har.
Kappróður[rætta | rætta wikitekst]
Vestmenningar fingu sín fyrsta kappróðrarbát áðrenn VÍF varð stovnað. Fyrsti báturin var 10-mannafarið Vestmenningur, sum felagið læt smíða í 1927. Tað var Jógvan í Skálum, sum smíðaði bátin. Seinni smíðaði hann eisini fyrstu Havfrúnna. Seinni fekk felagið nýggjar bátar, tá var tað Niclas í Koltri, bátasmiður, sum smíðaði bátarnar [2].
Vestmenningur hevur verið føroyameistari árini 1983, 1984, 1987, 1995, 1997 og 2000. Havfrúgvin gjørdist eisini føroyameistari. 5-mannafør kvinnur vunnu føroyameistaraheitið í 1999, 5-mannafør dreingir vunnu tað sama árið, tvs. í 1999 og so aftur í 2007 [3].
Inniróður[rætta | rætta wikitekst]
Seinastu árini hevur VÍF eisini verið virkið innan inniróður. Ein av ungu rógvarum felagsins, Torstein Brattaberg, hevur vunnið FM, DM og Norðurlandsmeistaraheitið.
Badminton[rætta | rætta wikitekst]
VÍF byrjaði at venja badminton seinast í 1980'unum. Tað datt niður fyri aftur stutta tíð seinni, men síðan 1995 hevur felagið spælt badminton relguliga. Umleið 80 fólk venja badminton í Vestmanna.
Hópurin hjá VÍF í Atlantic Airways kappingini 2011/12 (menn)[rætta | rætta wikitekst]
Venjarir hjá VÍF monnum í hondbólti eru Ingi Olsen og Dia Midjord.
|
|