Torstein Brattaberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Torstein Brattaberg, 2012.
Tórstein í 2012 við Havfrúnni. Hann situr á lærinum, vinstrumegin á myndini.

Torstein Paulason Brattaberg (føddur í 1996) úr Vestmanna er føroyskur rógvari, sum hevur vunnið bæði FM, DM og Norðurlanda meistaraheitið í inniróðri. Torstein rør eisini vanligan føroyskan kappróður, í 2011 róði hann við Havfrúnni hjá VÍF Kappróðri og tað ger hann eisini í 2012. Venjari hansara í inniróðri er Kári Djurhuus Brattaberg úr Vági. Torstein er sonur Barbaru Brattaberg úr Vági og politikaran Paula Trond Petersen. Torstein lærir á skipasmiðjuni MEST í Havn. Hann er eisini hondbóltsmálverji.[1]

Lívsleið innan ítrótt[rætta | rætta wikitekst]

Norðurlandameistari í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

Torstein luttók í norðurlanda kapping í inniróðri hin 7. januar 2012, sum verður nevnd Århus Indoor Open og Nordic Open Indoor. Torstein vann eitt gull og eitt bronsu heiðursmerki:

  • Gull í 2000 m Einstaklingakapping - Dreingir - 15 til 16 ár við tíðini 06:37.6[2]
  • Bronsu í styttri teini

Danmarksmeistaraskapur í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

Torstein hevur luttikið í Åbne Danske Mesterskaber og Fit for Rowing í 2011 og 2012. Bæði árini gjørdist hann danmarksmeistari í sínum árgangi.

DM 2012[rætta | rætta wikitekst]

Torstein Brattaberg luttók í DM í inniróðri 27. januar 2012, kappingin nevnist Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012. Hann luttók í tveimum kappingum, í 2000 m og í sprint (200 m) fyri dreingir føddir 1996. Torstein vann gull í báðum kappingunum.

  • Gull í 2000 m í Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012 við tíðini 6:34.0[3]
  • Gull í sprint (200 m) í Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012 við tíðini 33:12[4]

DM 2011[rætta | rætta wikitekst]

Í 2011 gjørdist hann danmarksmeistari í unglinga bólkinum í innandura rógving (Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2011) í 2000 metra teininum. Hann vann við tíðini 6:53.5, nummar 2 hevði tíðina 7.11.7.[5] Torstein luttók fyri VÍF Kappróður, hann luttók eisini í 200 m sprint, hann bleiv nummar 3 við tíðini 33.48, nummar 1 hevði tíðina 31.12.[6] Umframt Torstein vunnu eisini tveir aðrir føroyingar gull til DM 2011, tey vóru Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvágs Róðrarfelag, sum vann við tíðini 6:13.8 á sama teini hjá 18 ára gomlum og Anna Mary Davidsen úr Havnar Róðrarfelag, sum vann gull á 2000 metra teininum hjá kvinnum 19-22 ár. Tíðin hjá henni var 6:58.9 minuttir. DM-kappingin var í Gladsaxe Sportshal.[7]

Føroyameistari í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

FM 2014[rætta | rætta wikitekst]

Tórstein luttók í bólkinum dreingir 18 ár.

  • Gull í 2000 m inniróður við tíðini 6:36.8[8]

FM 2012[rætta | rætta wikitekst]

Tórstein luttók í FM í inniróðri 2012. Hann gjørdist eins og í 2011 føroyameistari í 2000 m í aldursbólkinum Dreingir 15 til 16 ár.

  • Gull - Einstaklingakapping - Menn/Dreingir - 15 til 16 ár (2000m) við tíðini 6:38.5[9]

FM 2011[rætta | rætta wikitekst]

Torstein luttók í FM kapping í inniróðri, sum nevndist Formula kappingin 2011. Hann vann gull í sínum aldursbólki:

  • Gull - Einstaklingakapping - Menn/Dreingir - 15 til 16 ár (2000m) við tíðini 6:46.9[10]
  • Bronsu - 500m Sprint - Menn/Dreingir

Hondbóltur[rætta | rætta wikitekst]

Torstein og aðrir vunnu FM í hondbólti hjá dreingjum 16 ár í 2012.[11]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tjodveldi.fo - Pauli Trond Petersen
  2. Roning.dk
  3. vestmanna.fo - Torstein dupultur Danmarksmeistari 2012
  4. Ergonomitider.dk, http://www.ergometertider.dk/?page=results&loeb=4658, Resultater »Danske Mesterskaber & Fit for Rowing 2012» 606 Junior B SPRINT drenge årgang 1996 og 1997
  5. Ergometertider.dk, Resultater - Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2011, 212 Drenge Jun. B (15år) 2000m
  6. VIF.fo, Ein fyrimynd fyri ungdómin, tillukku Torstein
  7. Sportal.fo
  8. ergometertider.dk
  9. Ergometertider.dk
  10. Ergometertider.dk, Resultater »Færøske Mesterskaber 2011» 9 Einstaklingakapping - Menn/Dreingir - 15 til 16 ár (2000m)
  11. vif.fo - VÍF dr. 16 Føroyameistarar

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]