Sverri Sandberg Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sverri Sandberg Nielsen
Sverri Sandberg Nielsen in 2011.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. okt 1993 í/á Tórshavn
Starv rógvari
Dátuheiti
Miðvingur á jóansøku í 2011, Sverri róði við Miðvingi í 2011. Hann er í svørtum jakka á myndini.
Sverri róði kapp við 8-mannafarinum "Fríggjarin" í 2010. Myndin er tikin á Jóansøku 2010.

Sverri Sandberg Nielsen (føddur 1993 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági)[1] er ein føroyskur rógvari, sum hevur róð kapp í Føroyum, bæði vanligan kappróður og inniróður, og sum nú rør kapp við danska landsliðnum. Hann hevur luttikið á EM og VM fyri Danmark og var minni enn eitt sekund frá at kvalifisera seg til OL í Rio 2016. Tríggjar ferðir hevur hann sett nýtt danskt met i inniróðri, tað hendi trý ár á rað: 2015, 2016 og 2017, allar tríggjar ferðir gjørdist hann eisini danskur meistari. Hann venur og rør við Danske Studenters Roklub og danska landsliðnum. Hann rør í einkultskullara.

Lívsleið innan rógving[rætta | rætta wikitekst]

Sverri róði kapp við bátum hjá Miðvágs róðrarfelag, áðrenn hann flutti til Danmarkar at búgva. Hann róði við 8-mannafarinum Fríggjaranum í 2010 og við Miðvingi í 2011.

Í februar 2011 luttók Sverri í óalmennari HM kapping í Boston. Hann vann kappingina í sínum bólki, og gjørdist harvið heimsmeistari í innandura rógving. Hann luttók í bólkinum U19 (dreingir 17-18 ár) og vann við tíðini 6:04.8.[2] 26. februar 2011, vikuna eftir, at hann hevði vunnið heimsmeistaraheitið, vann hann eisini FM heitið í óalmennu FM kappingini í Føroyum, og tað gjørdi hann í bólkinum Opin bólkur tungvekt hjá monnum. Tað var Havnar Róðrarfelag sum skipaði fyri óalmennu FM kappingini, tey nevna hana óalmenna, tí ongin skipað FM kapping í inniróðri er enn.[3] Sverri vann FM kappingina við tíðini 6:07.7.[4] Í 2012 varð hann úttikin til danska EM-landsliðið.[5]

Í januar 2013 megnaði Sverri undir eina venjing at rógva 2000 metrar í inniróðri undir 6 minuttir, hann setti tíðina 5:59.5 sum var skjótasta tíð, ið nakar føroyingur hevði róð til tá, men tíðin kundi ikki telja við sum føroyskt met, tí hon var ikki sett til eina kapping.[6]

Á sumri 2013 varð Sverri úttikin til danska U23 landsliðið, hann rør við DSR Danske Studenters Roklub.[7]

Í februar 2014 varð hann úttikin til danska senior landsliðið, har hann fyrst skuldi rógva kapp í tungvektsdupultskullara og skuldi til World Cup stevnu í Sidney 28. til 30. mars 2014.[8] In.fo gjørdi tá samrøðu við Sverra, har hann segði, at mál hansara var at vinna OL-gull. Kringvarpið hevði eisini samrøðu við hann í september 2014, har hann segði, at málið var at vinna tær kappingar hann luttók í og at gerast heimsmeistari og kanska at vinna eitt ella tvey OL-heiðursmerki. Hann flutti niður í 2011, har hann gjørdi studentaskúlan lidnan. Felag hansara, Danske Studenters Roklub, fekk eyga á góðu evnini hjá Sverra og bjóðaði honum at gerast partur av teirra felag. Sverri hevði tá klárað seg væl í innanduraróðri í Føroyum og vann óalmenna heimsmeistaraheitið í inniróðri í Boston í USA. Hann býr í Bagsværd og venur hvønn dag rógvin á Fure-vatninum (Furesø) í Bagsværd 2-4 tímar um dagin, hvønn dag í vikuni. Hann byrjaði at lesa verkfrøði á DTU í 2014. Sverri segði við Kringvarpið, at single-scullarin er hansara favorittbátur, sum eftir hansara tykki er tann størsti og mest prestigufylti báturin at vinna í. Tað var hansara ynski frá tí at hann flutti niður, at sleppa at rógva í singlescullaranum. Sverri segði eisini, at venjari hansara metti, at hann egnaði seg best til singlescullarin, tí hann megnaði betri at rógva sjálvur enn saman við øðrum. Sverri segði, at hann dugdi betri at síggja sínar egnu feilir, tá ið hann róði einsamallur og menti seg meira við at rógva einsamallur, tað passaði betri til hansara mentalitet og styrkir.

Í innslagnum hjá Kringvarpinum var eisini ein stutt samrøða við hjálparvenjaran á danska rógvilandsliðnum, Jesper Guldborg, sum gav Sverra góð ráð. Guldborg metti, at Sverri nokk skuldi røkka teimum málum, ið hann hevði sett sær. Hann segði eisini, at størsta styrkin hjá Sverra var, at hann var so sterkur. Guldborg metti, at Sverri hevði nakrar tekniskar avbjóðingar, ið hann skuldi arbeiða við, men at Sverri lurtaði væl eftir tí ið venjarin segði við hann og at hann var konstruktivur og góður at samstarva við. Guldborg segði at hann var als ikki í iva um, at Sverri nokk skuldi náa heilt upp á toppin, og at um hann bleiv við at menna seg soleiðis sum hann gjørdi nú (sep. 2014), bæði mentalt, tekniskt og fysiskt, so var hann als i í iva um, at Sverri nokk skuldi røkka sínum máli. Guldborg metti, at Sverri longu í 2015 fer at klára seg sera sera væl og ikki minst í 2016. Sverri segði, at um so var at tað gjørdist ov krevjandi at vera fulltíðarlesandi og rógva á so høgum støði sum hann gjørdi, so valdi hann heldur rógvingina fram um, tí tað er nú, meðan hann er ungur, at hann má taka av og rógva, so kundi útbúgvingin heldur bíða, tí rógvingin kundi ikki bíða til einaferð var liðugur at útbúgva seg.[9]

Eingin OL-kvalifikatión í 2016[rætta | rætta wikitekst]

Sverri Nielsen luttók í singleskullara á tí seinastu OL-úttøkustevnuni í rógving, ið varð hildin í Lucerne, Sveis í døgunum frá 22. til 24. mai 2016. Hann vann innleiðandi riðilin og hálvfinaluna, men gjørdist nummar fýra í finaluni, og rakk harvið ikki einum OL-plássi, við tað pláss bert var til tríggir teir fremstu bátarnir til Olympisku leikirnir í Rio í 2016. Reglarnir til OL-luttøku siga, at eitt land bert kann hava ein av tveimum bátasløgum, ið er singelskullarin, ið Sverri rør í og lættvektsdupultskullarin, ið Mads Rasmussen og Rasmus Quist rógva í. Teir báðir megnaðu heldur ikki at kvalifisera seg, við tað at teir gjørdist nummar trý og pláss var bara fyri tveimum bátum. Men eftirsum Belgia vann báðar hesar kappingar, og OL-reglurnar siga, at eitt land ikki má hava báðar bátastøddirnar við til OL, og noyddist Belgia at vejla annan av teirra bátum frá, og harvið fekk Sverri enn ein møguleika fyri at sleppa við til OL, um so var at Belgia valdi at senda dupultskullaran avstað til OL. Men Belgia valdi at senda teirra einkultskullara, og sleppur Sverri ikki við til OL 2016. Hinvegin sleppa Rasmussen og Quist til OL 2016 i Rio.[10]

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

World Rowing Cup III - 2017 í Sveis[rætta | rætta wikitekst]

Tað eydnaðist Sverra at koma í A-finaluna, har hann endaði á fimtaplássi.[11]

  • Nr. 5 við tíðini 07:00.330

EM í rógving 2017[rætta | rætta wikitekst]

  • Nr. 3 í B-finaluni við tíðini 06:55.900[12]

DM í inniróðri 2017 - Nýtt danskt met[rætta | rætta wikitekst]

Eins og í 2015 og 2016, setti Sverri aftur nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometur-rógving í 2000 metrum síðst í januar 2017. Hann vann danmarksmeistaraskapin við tíðini 5:49.20.[13]

EM í rógving 2016[rætta | rætta wikitekst]

Sverri luttók á EM í rógving í mai 2016.

  • Nr. 6 í 2000 m við tíðini 09:26.770 minuttir[14]

DM í inniróðri 2016 - Nýtt danskt met[rætta | rætta wikitekst]

Eins og í 2015, megnaði Sverri S. Nielsen at seta nýtt danskt met í innandurakappróðri á 2000 metra teininum, tá ið hann luttók á DM í inniróðri síðst í januar 2016. Hann vann danmarksmeistaraheitið við tíðini 5:51.6.[15][16]

HM í rógving U-23 2015 í Bulgaria[rætta | rætta wikitekst]

Síðst í juli 2015 luttók Sverri á HM í rógving U-23 í Bulgaria, hann luttók í einkultskullara hjá monnum undir 23 ár. Hin 26. juli 2015 róði hann í A-finaluni, hann lá á odda í fyrstuni, men endaði síðan á fjórðaplássi við tíðini 06:56.39.[17] Hann er sostatt fjórðbesti rógvarin í heiminum í aldursbólkinum U23 í singulskullara.[18]

DM í inniróðri 2015 - Nýtt danskt met[rætta | rætta wikitekst]

Sverri Nielsen setti nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometer-rógving (inniróður) í Gladsaxe Sportshal hin 1. februar 2015 og gjørdist danmarkarmeistari. Tíðin hjá honum var 5:53.2, og harvið tók hann metið, ið ítróttarstjórin Lars Christensens setti í 1996 við tíðini 5:55:5.[19]

  • Gull í 2000 m inniróðri við tíðini 5:53.2 (danskt met)

HM í rógving 2014 í Amsterdam[rætta | rætta wikitekst]

Sverri varð úttikin til danska seniorlandsliðið, sum skuldi luttaka á HM í rógving í Amsterdam.[20] Hann róði í singlescullara, teinurin er á 2000 metrar. Hann gjørdist nummar fimm í kvartfinaluni við tíðini 7:24.39 og gjørdist ov stuttur til semifinalurnar. Hann slapp tó í C-finalurnar at kappast um plássini frá nummar 13 til 18. Hann gjørdist nummar eitt í sínum bólki í semifinaluni við tíðini 07:11.410.[21][22] 17 á HM í rógving, sum var í Amsterdam í Hollandi 24. til 31. august 2014.[23][24]

World Cup stevnan 2014 í Sidney í dupultskullara[rætta | rætta wikitekst]

Hin 30. mars 2014 luttók Sverri á World Cup stevnu í Sidney í dupultskullara. Teir gjørdust nummar seks.

  • Nr. 6 í A-finaluni við tíðini 6:34.38[25]

Inniróður 2013[rætta | rætta wikitekst]

Í oktober 2013 róði Sverri 2000 metrar í inniróðri skjótari enn 16 ára gamla danska metið, ið var sett av Lars Christensen, DRC ítróttarstjóra. Sverri róði við tíðini 5.53.4, metið hjá Lars Christensen er á 5.55.6. Tíðin hjá Sverra verður tó ikki skrásett sum met, tí hon er ikki sett við almenneri kapping men undir venjing.

Vunnu HM 2013 B finaluna í dupult sculler U23 menn[rætta | rætta wikitekst]

Sverri Sandberg Nielsen og Tøger Berg Rasmussen komu ikki í A-finaluna, men teir komu í B-finaluna og vunnu hana. Teir eru sostatt nummar sjey í heiminum hjá U23 í 2013.[26]

Royndarregatta í Bagsværd oktober 2012[rætta | rætta wikitekst]

Sverri gjørdist nummar tvey í kappingini hjá monnum, tungvekt í einkultsculler.[27]

HM 2012 í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

  • Nummar 10 í bólkinum Open Men við tíðini 6:03.8[28]

HM 2011 í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í bólkinum Junior Men Heavy Weight við tíðini 6:04.8[29]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. jn.fo
  2. Tungedrenge.dk, Nyt stortalent?
  3. Drekin.fo, Heimsmeistarin gjørdist eisini føroyameistari
  4. Ergometertider.dk
  5. Roning.dk, UDTAGET LANDSHOLD 2012
  6. Heimasíðan hjá Miðvágs róðrarfelag - Sverri S. Nielsen undir 6 min á 2000m
  7. Roning.dk, UDTAGET LANDSHOLD 2013
  8. in.fo, Sverri Nielsen er úttikin til danska landsliðið
  9. kvf.fo - VIDEO: Sverri Nielsen vil verða heimsmeistari
  10. dr.dk - OL-guldvindere skal alligevel til Rio: Vi havde afskrevet det, af Casper Helweg Christiansen den 30. maj 2016.
  11. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  12. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  13. Bentsen, Bo (28. januar 2017). "Færøsk muskelbundt smadrer dansk rekord for tredje år i træk". TV2. http://sport.tv2.dk/roning/2017-01-28-faeroesk-muskelbundt-smadrer-dansk-rekord-for-tredje-aar-i-traek. Heintað 29. januar 2017. 
  14. worldrowing.com - (M1x) Men's Single Sculls - Final
  15. in.fo - Sverri Nielsen danskt met í inniróðri
  16. ergometertider.dk - Danske mesterskaber 2016 - Løb 408 Herre åben
  17. Worldrowing.com - (BM1x) U23 Men's Single Sculls - Final
  18. Portal.fo - Sverri er fjórðbest í heiminum
  19. roning.dk - Sportschef måtte overlade rekord til Sverri Nielsen ved DM
  20. roning.dk
  21. worldrowing.com
  22. worldrowing.com - Results, Men's Single Sculls
  23. teamdanmark.dk - Sverri Sandberg Nielsen, Team Danmark Atlet
  24. in.fo - Sverri Nielsen gjørdist nr 17 í HM
  25. in.fo, Einki heiðursmerki til Sverra Nielsen
  26. Roning.dk, U23 VM Ottensheim SØLV til Danmark
  27. Roning.dk, Resultater - testregatta 2012
  28. Crash-b.org
  29. Crash-b.org, 2011 C.R.A.S.H.-B. Sprints World Indoor Rowing Championships, Junior Men

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]