2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

2015 (MMXV) er eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi eftir tí gregorianska kalendaranum, árið er nummar 2015 eftir kristi føðing, fimtanda árið í triðja ártúsund, fimtanda árið í 21. øld, og 6 árið í 2010-árunum.

Árstal
2012 2013 201420152016 2017 2018
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1. januar - Litava tekur upp evruna sum gjaldsmiðil. Evran kemur ístaðin fyri gjaldmiðilin litas.
  • 5. januar
    • Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringir til løgregluna í Keypmannahavn og boðar frá, at hann hevði stungið konu sína, er bangin fyri at hava dripið hana. Dagin eftir kemur hann undir grundlógarforhoyr, men noktar seg sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslar mannin í fýra vikur, í meðan málið kannast nærri. Hendingin fer fram í einari íbúð á Frederiksberg.
    • Jóhan á Plógv Hansen spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti Svøríki og var spældur í Malmö. Danmark vann dystin 28-23.
  • 7. januar - Eitt yvirgangsálop verður framt í París móti tíðarritinum Charlie Hebdo. Minst 12 fólk lata lív og minst 11 fólk verða særd, tá ið tveir grímuklæddir menn við Kalashnikov-byrsum troðka seg inn í bygningin, har blaðstjórnin hevur fund fund, og byrja at skjóta. Tveir løgreglumenn er millum tey dripnu. Gerningsmenninir sleppa til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðar eftir teimum. Fýra av teimum dripnu eru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
  • 15. januar - Kavaódn herjar um alt Føroyar. Ikki kemur nógvur kavi í Suðuroy og Sandoy, men í restini av landinum er ikki koyrandi, ringast er á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar standa fastir í nógva kavanum. Nøkur noyddust at sova í bilinum, og nógv gerast veðurføst. handanin av Mentanarvirðislønum Landsins, ið skal handast hendan dag, verður av hesi orsøk útsett til dagin eftir.
  • 16. januar
    • Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november 2012, er nú av. Tað vóru Steintór Rasmussen og Teitur Lassen, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
    • Mentanarvirðislønir Landsins, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, men vóru útsettar vegna óveður, verða handaðar á samkomu í Deplinum í Skálavík. Tórbjørn Olsen, listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Tey av Kamarinum fingu Heiðursgávu landsins, Mathias Kapnas, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. Oddvør Johansen, rithøvundur og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
    • Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, kunnger, at orðabøkur Sprotans nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta.
  • 22. februar - Gittarleikarin Alvi Joensen vinnur Stella Polaris kappingina, sangarin Birita Poulsen vinnur 2. virðisløn, saxofonleikarin Kristina Thede Johansen vinnur 3. virðisløn. Virðislønirnar eru á 20.000, 10.000 og 5.000 krónur.
  • 6. mars - Ómannaða rúmdarfarið Dawn hjá NASA, fer inn í ringrásina hjá dvørggongustjørnuni Ceres, og gerst fyrsta rúmdarfar, ið vitjar eina dvørggongustjørnu..
  • 20. mars - Full sólarmyrking i Føroyum og á Svalbard.
  • 24. mars - Airbus A320-211 hjá Germanwings brotlendir í fronsku alpunum. 150 fólk lata lív.
  • 9. apríl - Jógvan Skorheim gerst nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkinum, eftir at Kári P. Højgaard óvæntað leggur frá sær.
  • 2. apríl - Yvirgangsatsókn í Kenya 2015: 148 fólk, meginparturin ung lesandi, lata lív í Garissa háskúlanum í Kenja, tá terrorbólkurin Al-Shabaab brýtur sær veg inn í skúlan og byrjar at skjóta. 11. apríl - Jógvan Philbrow er nýggjur formaður í Pedagogfelagnum.
  • 25. apríl - Ein jarðskjálvti, ið mátar 7.8 á richterskalanum, rakar Nepal, og hevur við sær at 8.857 fólk lata lív í landinum. 130 lata lív í India, 27 lata lív í Kina og 4 lata lív í Bangladesj. Tilsamans 9.018 lata lív í jarðskjálvtanum.
  • 3. mai - Maria Winther Olsen vinnur 100.000 krónur til filmframleiðslu á Spot Festivalinum í Danmark.[1]
  • 23. mai - Írland heldur fólkaatkvøðu, ið gevur samkyndum rætt til at giftast. Írland gerst harvið fyrsta land í heiminum, ið setur hesa lóg í gildi eftir eina væleydnaða fólkaatvøðu.
  • 18. juni - Fólkatingsval. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vinna føroysku umboðini á Fólkatingi.
  • 5. august - Brøkdeilir funnir á Réunionoyggj verða staðfestir at vera frá Malaysian Airlines Flight 370, ið hvarv í mars 2014.
  • 1. september - Løgtingsval. Javnaðarflokkurin gerst størsti flokkur.
  • 28. september - NASA boðar frá at flótandi vatn er funnið á gongustjørnuni Mars.
  • 17. oktober - Svimjihøllin Páls Høll ið hevur Føroya fyrsta langhyl á 50 metrar, verður alment tikin í nýtslu og letur upp alment. Hátíðarhald við luttøku av svimjaranum úr Vági, Pál Joensen, ið høllin eitur eftir, landsstýrisfólkunum í Vági, Sirið Stenberg og Henrik Old, umboðum fyri sjálvognargrunnin Páls Høl: Dennis Holm, John Henrik Holm og Jón Bjarnason og øðrum.
  • 13. november: Yvirgangsatsóknin í París 13. november 2015: Terrorbólkurin ISIL leypur á fleiri støð í franska høvuðstaðnum, og hevur við sær at 132 fólk lata lív.
  • 21. november - Paula Danielsen úr Havn gerst nummar tvey í heimsmeistarakappingini í karaoke, ið verður hildin í Singapor. Kjartan Torbensson úr Havn luttekur somuleiðis, men megnar ikki at koma víðari frá fyrsta umfari. Tað er karaokebarrin Glitnir, ið skipar fyri føroyskari luttøku í kappingini, og er hetta triðju ferð Føroyar eru við, og somuleiðis besta úrslit føroyingar hava megnað higartil.
  • 31. desember Loranstøðin á Eiði verður sløkt eftir at hava virkað í meira enn 56 ár.

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Svimjing[rætta | rætta wikitekst]

  • 28. mars - Pál Joensen vinnur gull í 800 metrum frí á Danish Open við tíðini 7:52.82, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár (til 28. mars 2015) og nýtt stevnumet.

Rógving[rætta | rætta wikitekst]

  • 1. mars - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.

Bogaskjóting[rætta | rætta wikitekst]

  • 22. mars - FM í bogaskjóting - Recurve: 1. Teitur Dalsgaard, 2. Absalon Hansen, 3. Eggaba Andreasen. Compound: 1. Anja Johansen, 2. Kaj Johannesen, 3. Albert Dam

Hondbóltur[rætta | rætta wikitekst]

  • 9. januar - Hondbóltur U21 menn: Grikkaland-Føroyar 21-21 (8-7). Føroysku málskjúttarnir: Kjartan Johansen 8 (3), Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 1, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1.
  • 11. apríl - FM í hondbólti: Kvinnur: Neistin vinnur finaluna móti Kyndli 20-17 og gerst greipuvinnari. Menn: VÍF vinnur finaluna móti H71 24-23 og gerst greipuvinnari.
  • 21. juni - Føroyska manslandsliðið í hondbólti vinnur metsigur móti Armenia, Føroyar vunnu heili 61-9.

Badminton[rætta | rætta wikitekst]

Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.tv2oj.dk/artikel/254938:Aarhus--En-overvaeldet-vinder