Jón Bjarnason
Jón Bjarnason (føddur 29. juni 1970) er føroyskur svimjivenjari. Hann er venjari hjá Føroyska svimjilandsliðnum og hjá Susvim og hjá Pál Joensen. Jón hevði fyrr annað eftirnavn, nevniliga Vestergaard. Hann er ættaður úr Sumba, men uppvaksin og búsitandi í Vági. Jón hevur verið høvuðsvenjari hjá Susvim síðan felagið bleiv stovnað 7. september 2007.[1] Susvim er stytting fyri Suðuroyar Svimjifelag, felagið er úrlitið av samanlegging av báðum svimjifeløgunum í Suðuroynni: Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag. Jón Bjarnason hevur havt sera góð úrslit við ungu svimjarunum úr Suðuroynni, síðan hann byrjaði í starvinum. Besta dømi um hetta er Pál Joensen sum nú er Føroya besti svimjari. Men eisini aðrir svimjarir úr Susvim hava klárað seg sera væl. Jón svam sjálvur, tá hann var yngri, hann svam við Vágs Svimjifelag. Jón Bjarnason búði fleiri ár í Aalborg í Danmark, tað var har hann lærdi til svimjivenjara.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2011 Jón Bjarnason fekk heiðurin "Ársins svimjivenjari í kongaríkinum" (Årets svømmetræner i Kongeriget). Tað eru svimjivenjarir í Danmark, sum hvørt ár velja ein svimjivenjara sum teir halda hevur uppiborið heiðurin.[2]
- 2007 Saman við sjimjaranum Pál Joensen vann Jón Bjarnason heiðurin "Ársins ítróttarbragd 2007". Heiðurin vunnu teir, tí at Pál Joensen svam 1500 m frí við næstskjótastu tíðini í heiminum í sínum aldursbólki.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Susvim.mono.net
- ↑ Sudurras.info, Jón Bjarnason kosin ársins venjari í Danska kongaríkinum
- ↑ Svimjing.com, Pál og Jón framdu ársins ítróttarbragd ár 2007