Á Eiðinum, Vágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fótbólts stadium hjá FC Suðuroy á Eiðinum í Vági

Vesturi á Eiðinum í Vági er nógv virksemi innan ítróttin. Har er fótbóltsvøllur, ítróttarhøll og felagshús.

Fótbóltsvøllurin á Eiðinum[rætta | rætta wikitekst]

Útsýni av Eggjunum oman á Vágseiði og fótbóltsvøllin hjá FC Suðuroy

.

Suðuroyar fótbóltsliðið FC Suðuroy hevur heimavøll vesturi á Eiðinum í Vági og á Krossi í Sumba. Besta liðið sum spælir í Vodafonedeildini í 2010 hevur heimavøll vesturi á Eiðinum. Fótbóltsvøllurin vesturi á Eiðinum í Vági er í løtuni (feb. 2010) einasti fótbóltsvøllur í Suðuroynni, sum lýkur krøvini fyri at dystir kunnu spælast har í bestu deildini. Fyrsti fótbóltsvøllur sum var gjørdur vesturi á Eiðinum varð gjørdur í 1924, áðrenn tað spældu vágbingar fótbólt á Sandinum. Vágs Bóltfelag varð stovnað 5. juni 1905. Hondbóltsvøllur varð gjørdur á Eiðinum í 1948, hann er ikki til longur.

Ítróttarhøllin Vágshøll og VB-húsið[rætta | rætta wikitekst]

Vesturi á Eiðinum eru umframt fótbóltsvøllin eisini ein ítróttarhøll, Vágshøll, sum varð bygd í 1980 og eitt felagshús við skiftirúmum, sum nevnist VB-húsið, tað var bygt í 1978.

Vágseiði og Eggjarnar[rætta | rætta wikitekst]

Mynd av vestara býarpartinum í Vági, Vágfirði, Vatninum og Vágseiðinum. Fótbóltsvøllurin hjá FC Suðuroy og Vágshøll síggjast nærindis Vágseiði.

Stutt frá fótbóltsvøllinum er tað sera náttúruvakra Vágseiði og beint sunnanfyri tað er Skúvanes, sum er eitt berg, umleið 200 metrar høgt. Beint sunnanfyri Skúvanes eru Eggjarnar, sum eru partur av Vágsbjørgunum. Bretar bygdu Loranstøð á Eggjunum undir seinna heimsbardaga, danir yvirtóku hana seinni. Loranstøðin varð virkin til 1977. Leivdirnar av bygningunum síggjast enn.

Vatnið[rætta | rætta wikitekst]

Beint eystanfyri fótbóltsvøllin á Eiðinum í Vági er Vatnið ella Vágsvatn, har gøta er gjørd rundanum. Fólk ganga ofta túr ella renna rundan um Vatnið. Eystanfyri Vatnið er bygdin Vágur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]