Jump to content

Anna V. Ellingsgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Anna Vágsheyg Ellingsgaard (fødd 25. november 1966, deyð 24. mars 2015) var ein føroyskur journalistur. Hon varð útbúgvin cand.mag í enskum og donskum og seinni varð hon eisini útbúgvin sum journalistur. Hon var forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk í fleiri ár[1] og skrivari í felagnum tey seinastu árini av lívinum. Hon starvaðist sum journalistur í Sosialinum frá 2003 og í Kringvarpi Føroya frá 2010 til hon andaðist í 2015. Hon starvaðist eisini sum undivísari í miðlavísindi á Fróðskaparsetrinum og sum lærari í Hoydølum og á Kambsdali. [2]

Anna gjørdist sjúk við krabbameini, og stríddist við sjúkuni í umleið tvey ár, til hon andaðist hin 24. mars 2015 bert 48 ára gomul.

  1. birkblog.blogspot.com - Miðlaheiðurslønirnar 2012, skrivað 26. januar 2013, heintað 26. mars 2015.
  2. in.fo - Minningarorð um Onnu V. Ellingsgaard Archived 2015-05-12 at the Wayback Machine, skrivað hevur Liljan Weihe hin 26. mars 2015, heintað 26. mars 2015.