Jump to content

Sirið Stenberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sirið Stenberg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. mai 1968 í/á Vágur
Starv politikari, sjúkrarøktarfrøðingur
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
Commons Sirið Stenberg

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) úr Vági er føroyskur politikari. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Áðrenn hon fór í løgtingið, starvaðist hon sum heilsusystir í Suðuroynni.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hon varð vald á Føroya Løgting á fyrsta sinni fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon var afturvald í 2015, 2019 og 2022. Hon hevur eisini verið kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009.

Hon var landsstýriskvinna í heilsumálum frá 2015-2019 í stjórini hjá Aksel V. Johannesen. Eftir løgtingsvalið 2022 kom Tjóðveldi í samgongu, og Sirið fekk landsstýrissess. Hon gjørdist landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.[1]

  • Løgtingslimur 2011 -
  • Býráðslimur 2009 -
  • Limur í Føðiskipanarnevnd fyri Føroyar 2008-2011
  • Varalimur í Høvuðsbarnaverndarnevndini fyri Føroyar 2006-2008
  • Leiðari á Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið 2006-2008[2]

Nevndarsessir í Løgtinginum 2011 - 2015

[rætta | rætta wikitekst]

Nevndarsessir í Vágs Býráð

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2013-2016 Forkvinna í Mentanarnevndini[3]
  • 2013-2016 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Forkvinna í Sosialu nevnd
  • 2008-2012 Limur í Mentanarnevndini[4]

Nevndarsessir í øðrum ikki kommunalum nevndum, har Vágs Býráð hevur umboð

[rætta | rætta wikitekst]
  • Sjálvognarstovnurin Eldrasambýlið í Vági
  • Ferðslunevndin
  • Felagið Stóra Pakkhús
  • Bygginevndin fyri Ellis- og Røktarheimið

Frítíðarítriv

[rætta | rætta wikitekst]

Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[5] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.

Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.

  1. "Hesi manna nýggja landsstýrið". 22. desember 2022. https://portal.fo/dagur-69698/hesi-manna-nyggja-landsstyrid.grein. 
  2. "Logting.fo". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?menuChanged=31&parliamentMember.id=113. Heintað 2012-02-13. 
  3. http://vagur.fo/?page_id=30 Vagur.fo, Býráðsnevndir
  4. Vagur.fo[deyð leinkja]
  5. "Ljomur.com, Nevndin". http://ljomur.com/Nevndin.html. Heintað 2012-02-13. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið