Magnus Rasmussen
| Magnus Rasmussen | |
|---|---|
| Landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum | |
| Í embæti 19. august 2021 – 22. desember 2022 | |
| Undanmaður | Helgi Abrahamsen |
| Løgtingslimur | |
| Í embæti 1. september 2015 – 26. mars 2026 | |
| Borgarstjóri í Runavíkar Kommunu | |
| Í embæti 1. Januar 2009 – 31. December 2015 | |
| Undanmaður | Hans Jacob A. Lamhauge |
| Eftirmaður | Tórbjørn Jacobsen |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Magnus Rasmussen november 28, 1962 |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
| Útbúgving | Lærari |
Magnus Rasmussen (føddur 1962) er ein førøskur lærari og politikari (Sambandsflokkurin). Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri, starvaðist hann sum fólkaskúlalærari á Runavíkar kommunuskúla. Hann býr í Lamba.[1]
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Magnus Rasmussen hevur verið borgarstjóri og býráðlimur í Runavíkar kommunu síðan 1. januar 2009, valdur inn á felagslistanum, Almenni Listin.[2] Á løgtingsvalinum 1. september 2015 varð hann á fyrsta sinni valdur í Løgtingið, hann fekk 503 atkvøður, ið var fjórð flest hjá Sambandsflokkinum.[3]Á løgtingsvalinum 31. august 2019 varð hann afturvaldur við 575 persónligum atkvøðum. Hin 19. august 2021 loysti hann Helga Abrahamsen av sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum. Hann røkti sessin restina av valskeiðinum.
Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 varð hann afturvaldur við 712 persónligum atkvøðum. Tá nýval varð útskrivað í 2026, stillaði hann ikki upp aftur og gavst harvið í politikki.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "samband.fo - Magnus Rasmussen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-09. https://web.archive.org/web/20150909170912/http://www.samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=917&M=NewsV2&PID=555. Heintað 2015-09-09.
- ↑ http://aktuelt.fo/grein/torbjorn_upp_i_kommunalpolitikk Archived 2012-10-19 at the Wayback Machine aktuelt.fo - Tórbjørn upp í kommunalpolitikk, skrivað hevur Hilmar Jan Hansen 18. oktober 2012,
- ↑ "kvf.fo - Løgtingsval 1. september 2015". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-10-21. https://web.archive.org/web/20151021092246/http://kvf.fo/val/l2015. Heintað 2015-09-09.