Jump to content

Beinir Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Beinir Johannesen
Føroya Løgmaður
Núverandi
Tók við starvinum
13 Apríl 2026
Monarkur Frederik X
Varamaður Bárður á Steig Nielsen
Undanmaður Aksel V. Johannesen
Formaður í Fólkaflokkurin
Núverandi
Tók við starvinum
10. november 2022
Undanmaður Christian Andreasen
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
1 September 2019
Persónlig kunning
Fødd(ur) Beinir Johannesen
(1997-02-12) 12. februar 1997 (aldur 29)
Klaksvík, Faroe Islands
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin
Hjúnafelagi(ar) Helena Johannesen

Beinir Johannesen (føddur 12. februar 1997) er ein føroyskur politikari (FF), handilsleiðari, lesandi úr Klaksvík.[1][2]Hann hevur verið føroya løgmaður síðan Apríl 2026

Tá Beinir bleiv valdur í løgtingið, hevði hann nýliga lokið miðnámsprógv og var býráðslimur í Klaksvíkar Býráð fyri Fólkaflokkin.[2] Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og varð valdur inn á tingið á valinum 31. august 2019. Hann fekk 995 persónligar atkvøður og tað vórðu flestar atkvøður bæði í Fólkaflokkinum og hjá teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi eisini eitt sera gott fólkatingsval 5. juni, tá ið hann fekk 677 persónliga atkvøður.[3]

Hin 10. november 2022 varð hann valdur til formann Fólkafloksins, eftir at Christian Andreasen legði frá sær sum formaður, stutt eftir fólkatingsvalið 2022 og dagin eftir, at løgmaður útskrivaði løgtingsval. Beinir var tá 25 ára gamal.[4]

Til løgtingsvalið hin 26. mars 2026, fekk Beinir 1679 persónliga atkvøður. Fólkaflokkurin bleiv størsti flokkurin og skipar fyri eina ABC samgongu, har Beinir varð kosin Føroya yngsti løgmaður sum 29 ára gamal.[5]

Beinir Jo­hann­e­sen er abbasonur Vilhelm Johannesen, sum var løg­tings­mað­ur frá 1980-2008. Hann er eis­ini bróðirsonur Aksel V. Johannesen, løgmann og for­mann Javnaðarfloksins.[6]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]