Jump to content

Henrik Old

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Henrik Old
landsstýrismaður í samferðslumálum
Í embæti
15. september 2015  1. oktober 2018
Eftirmaður Heðin Mortensen
Løgtingslimur
Í embæti
8. november 1984  20. januar 2004
Í embæti
29. oktober 2011  26. mars 2026
Persónlig kunning
Fødd(ur) Henrik James Frits Old
(1947-06-20) 20. juni 1947 (aldur 79)
Vágur, Faroe Islands
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin

Henrik James Frits Old (20. juni 1947 í Vági) er ein føroyskur politikari og skipari. Hann var løgtingsmaður frá 1984 til 2008 og frá 2011 til 2026. Harumframt hevur hann verið Landsstýrismaður í samferðslumálum frá 2015 til 2018.

Henrik Old var fiskimaður frá 1964 til hann í 1977 gjørdist skipari. Henrik Old er sonur Henrikku Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur hansara vóru Inger og Johannes Joensen úr Vági. Henrik er giftur við Elsebeth Old, sum er dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong

Hann varð valdur í Løgtingið á fyrsta sinni í 1984 og varð valdur á ting við hvørjum vali fram til løgtingsvalið í 2004, tá hann ikki megnaði at røkka inn um tinggáttina. Javnaðarflokkurin kom tó í samgongu, og hann tók aftur sæti á tingi sum varamaður. Hann røkti tingsessin alt valskeiðið og stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í 2008.

Hann gjørdi tó av at stilla upp aftur til løgtingsvalið í 2011 og varð aftur valdur í Løgtingið 29. oktober 2011. Tá Javnaðarflokkurin skipaði samgongu í 2015, varð hann útnevndur landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann røkti landsstýrissessin, til hann í 2018 bað løgmann loysa seg úr starvi.

Tá nýval varð útskrivað í 2026, boðaði hann frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur, og harvið kom meira enn 40 ára langa yrkisleið hansara í politikki at enda.

Formanssessir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1991 - 1992 Formaður í løgtingsins fiskivinnunevnd.
  • 1994 - 1995 Formaður í løgtingsins fiskivinnunevnd.
  • 1991 - 1992 Formaður í Tingmannaráði Útnorðurs.
  • 1987 - 1995 Formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna.
  • 1995 - ? Formaður í løgtingsins vinnunevnd.

Henrik Old stillaði upp til formansvalið hjá Fiskimannafelagnum

[rætta | rætta wikitekst]

Í desember 2009 gjørdist greitt, at Henrik Old stillaði upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum móti Jan Højgaard. Úrslitið gjørdist tó, at Jan Højgaard vann við 653 atkvøðum, Henrik Old fekk 380.