Bjarni Hammer
Bjarni Hammer | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. mar 1975 í/á Tvøroyri |
Starv | politikari, politistur, rógvari, kickboxer |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Bjarni Hammer |
Bjarni Hammer (føddur 8. mars 1975) av Tvøroyri er ein føroyskur løgreglumaður, rógvari og politikari (Javnaðarflokkurin).
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Bjarni Hammer er býráðslimur í Tvøroyrar kommune,[1] og á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Javnaðarflokkin við 298 atkvøðum. Umframt Bjarna, vóru tveir aðrir suðuroyingar búðsitandi í Suðuroynni valdir inn í Løgtingið, hinir vóru Kristin Michelsen og Henrik Old. Bjarni Hammer varð afturvaldur í løgtingið í 2019 og 2022.
Lívsleið sum rógvari
[rætta | rætta wikitekst]Bjarni Hammer er virkin innan føroyskan kappróður. Hann var við til at stovna Suðuroyar Kappróðrarfelag í 2012.[2][3] Felagið var bert virkið í eitt ár, 10-mannafarið Suðuroyingur luttók í kappingini um FM og gjørdist nummar tvey. Navnið á bátinum hevur fyrr verið brúkt til bátar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, men hesin hjá Suðuroyar Kappróðrarfelag hevði annan lit, hann var myrkagrønur og hvítur. Bjarni hevur eisini verið virkin rógvari í feløgunum Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Miðvágs Róðrarfelag í bátinum Riddarin. Hann vann FM við Riddaranum í 2011, tað árið vann báturin allir róðrarnar hjá 6-mannaførum hjá monnum.[4]
Rúsevnamálið 2018
[rætta | rætta wikitekst]21.februar 2018 greiddi Vágaportalurin frá, at Bjarni Hammer hevði verið avhoyrdur í sambandi við sølu av narkotiskum evnum.
Dagin eftir, 22. februar, svarar løgtingsmaðurin aftur í einum tíðindaskrivi til sama portal, at hann hevði verið avhoyrdur av tveimum løgreglumonnum umborð á strandfaraskipinum Smyrli tvær vikur áðrenn. Hann segði seg ikki hava verið skuldsettan fyri nakað, og at gerðin tosað var um, skuldi hava farið fram til ein 40 ára føðingardag hjá einum vinmanni nøkur ár áðrenn. Talan var um ein mistanka um sølu av rúsevnum, meir nágreiniligt hasj.
Aðrar viðmerkingar vildi Bjarni ikki koma við, men metti tað vera týðiligt at hetta vóru leysasøgur, ið vóru sprotnar frá politiskum mótstøðufólki. At enda segði hann seg aldrin hava selt nøkrum rúsevnir, og at hetta nokk var prísurin ein mátti gjalda sum almennur persónur.
Bjarni boðaði frá at leysasøgurnar byrjaðu at ganga í november 2017, og at hann allatíð hevði hildið løgmann kunnaðan um støðuna.[5][6][7][8]
Viku seinni boðar Sosialurin frá, at tey hava í hendi eina telefonsamrøðu, ið vísir Bjarna sekan í at samskifta um sølu narkotisk evni. Hetta skal hava verið ein samrøða, ið Bjarni hevði við eina 16 ára gamla kvinnu í desember 2017. Brot av samrøðuni var lagt inn á tíðindaportalin in.fo., og vísti á, at Bjarni hevði kunnað kvinnuna um, at hann kundi skaffað hasj frá einum manni, hann hevði tilknýti til.
Sosialurin boðaði frá, at miðilin seinastu mánaðinar hevði kannað skuldsetingarnar móti løgtingsmanninum, og hevði valt at lata løgregluni málið í januar 2018.[9][10][11][12][13][14]
26. februar sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen seg vera sera ørkymlaðan av málinum, og at Javnaðarflokkurin saman við Bjarna Hammer fer at viðgera málið í felag, áðrenn hann kemur við einari úttalan.[15][16][17] Dagin eftir sigur løgmaður at hann og Javnaðarflokkurin mæla Bjarna til at fara í farloyvi ímeðan løgreglan kannar málið, men at endaliga avgerðin liggur hjá løgtingsmanninum. Bjarni útalar seg seinni um dagin, at hann allarhelst boðar løgmanni frá avgerð síni seinni um kvøldið.[18][19][20][21]
28. februar verður tingfundur settur, uttan at nøkur fráboðan er komin frá løgtingsliminum, hann er somuleiðis ikki til staðar.[22] Løtu seinni boðar Kringvarpið frá at Bjarni fyribils hevur tikið sær farloyvi, og sjálvur sigur frá nær tað endar. Avgerðin hevur við sær at næsta varafólk á listanum, ið er Bjørg Dam, tekur yvir tingsessin til Bjarni kemur aftur.[23]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ tvk.fo - Býráðið
- ↑ hvannrok.fo - Tey hava góðar vónir um kappróðurin í Suðuroy
- ↑ Sudurras.fo - Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Suðuroyar Kappróðrarfelag
- ↑ Flickr.com - Mynd av Bjarna Hammer við steypum
- ↑ http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/bjarni-hammer-eg-var-avhoyrdur-av-loegregluni/?cHash=a3e0435ef278cecd924993251a3582b8&L=0
- ↑ http://portal.fo/bjarni+hammer+danska+logreglan+avhoyrdi+meg.html
- ↑ http://portal.fo/bidar+eftir+nidurstoduni+hja+logregluni.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/22/20180222bjarnihammerkannadur
- ↑ http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/bjarni-hammer-eg-var-avhoyrdur-av-loegregluni/?cHash=a3e0435ef278cecd924993251a3582b8&L=0
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-02-27. https://web.archive.org/web/20180227210605/http://www.in.fo/news-detail/sosialurin-avdukar-bjarni-hammer-vildi-skaffad-hassj-til-ungar-kvinnur/. Heintað 2018-02-28.
- ↑ http://portal.fo/bladstjori+a+sosialinum+vit+hava+100+prosent+dokumentation+fyri+hesum.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/26/20180226lagdurundiratskaffahassj
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/02/26/sosialurin-boai-narkodeildini-fr
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/02/26/bjarni-hammer-lagdur-undir-skaffa-hassj
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/02/26/skuldsetingar-orkymla-logmann
- ↑ http://portal.fo/logmadur+orkymladur+av+malinum+um+bjarna+hammer.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/02/27/dalet-export-1196503
- ↑ http://portal.fo/logmadur+maelir+bjarna+hammer+at+fara+i+farloyvi.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/27/20180227bjarnieiguratfaraifarloyviogsamrodavidlogmann
- ↑ http://portal.fo/fer+helst+at+boda+logmanni+fra+i+kvold.html
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/02/27/enn-ovist-um-bjarni-hammer-fer-i-farloyvi
- ↑ http://portal.fo/tingfundur+settur+uttan+frabodan+fra+bjarna+hammer.html
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/02/28/bjarni-hammer-i-farloyvi