Jump to content

Høgni Hoydal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Í embæti
22. desember 2022  10. mars 2025
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Í embæti
15. september 2015  16. september 2019
Landsstýrismaður í uttanríkismálum
Í embæti
4. februar 2008  26. september 2008
Landsstýrismaður í sjálvstýris- og løgmálum
Í embæti
6. juni 2002  5. desember 2003
Landsstýrisfólk í sjálvsstýris-, løg- og norðurlandamálum
Í embæti
15. mai 1998  6. juni 2002
Formaður í Tjóðveldi
Í embæti
2000  2. november 2024
Undanmaður Heini O. Heinesen
Eftirmaður Sirið Stenberg
Løgtingsmaður
Núverandi
Tók við starvinum
30. apríl 1998
Fólkatingsmaður
Í embæti
20. november 2001  15. september 2011
Í embæti
18. juni 2015  14. september 2017
Persónlig kunning
Fødd(ur) Høgni Hoydal
(1966-03-28) mars 28, 1966 (aldur 60)
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Útbúgving Cand.comm.


Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er ein føroyskur politikari fyri Tjóðveldi. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist "Myten om Rigsfællesskabet", sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist "Frælsi er ábyrgd", sum kom út stutt fyri jól sama ár.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1998 varð hann valdur á Føroya løgting fyri Tjóðveldi og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd fyri fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Tann 5. desmeber 2003 skrædnaði sitandi samgonga, og nýval varð útskrivað. Hann varð afturvaldur í Løgtingið og varð samstundis valdur til formann í Tjóðveldi, sum gjørdist størsti flokkur í andstøðu.

Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum í 2008 við 1.262 persónligum atkvøðum. Eftir at Tjóðveldi kom í samgongu, varð hann útnevndur til landsstýrismann í uttanríkismálum. Hann røkti landsstýrissessin til samgongan skrædnaði í desember sama ár, og Tjóðveldi fór aftur í andstøðu.

Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum í 2011 við 1.054 persónligum atkvøðum. Eisini varð hann afturvaldur á løgtingsvalinum í 2015. Eftir at Tjóðveldi kom í samgongu, varð hann útnevndur til landsstýrismann í fiskivinnumálum og røkti hendan sessin alla setuna. Á hesum skeiði legði hann fram fiskivinnunýskipanina.

Á løgtingsvalinum í 2019 varð hann afturvaldur við 1.208 persónligum atkvøðum, og á løgtingsvalinum í 2022 varð hann afturvaldur við 762 persónligum atkvøðum. Eftir at Tjóðveldi kom í samgongu, varð hann útnevndur til landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum.

Tann 25. oktober 2024 boðaði Høgni Hoydal frá at hann fór at leggja frá sær sum formaður fyri Tjóðveldi. Hetta gjørdi hann í meðan hann varð beinleiðis í Dagur og Viku[1]. Tann 2. november tók Sirið Stenberg við sum nýggj forkvinna.[2] Tá ið landsstýrið bleiv umskipað í mars 2025, fór hann úr landsstýrinum og tók aftur sæti í Løgtinginum.[3]

Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum í 2026 við 613 persónligum atkvøðum.

Hann hevur harumframt eisini verið fólkatingslimur í fleiri umførum. Hann varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 2001 við 2.640 persónligum atkvøðum. Meðan hann røkti landsstýrissess, møtti Tórbjørn Jacobsen á Fólkatingi í hansara stað fram til 2004.

Hann varð afturvaldur á fólkatingsvalunum í 2005 og 2007 við ávikavist 2.799 og 2.557 persónligum atkvøðum. Hann røkti fólkatingssessin til februar 2008, tá ið hann varð útnevndur til landsstýrismann í uttanríkismálum. Tá samgongan skrædnaði í desember sama ár, tók hann aftur sæti á Fólkatingi.

Hann varð ikki afturvaldur á fólkatingsvalinum í 2011, men varð aftur valdur á fólkatingsvalinum í 2015 við 1.477 persónligum atkvøðum. Meðan hann var landsstýrismaður størsta partin av hesum valskeiðinum, møtti Magni Arge á Fólkatingi í hansara stað.

Hann varð ikki afturvaldur á fólkatingsvalinum í 2019.

  • 1995 - Håb i krise (Vón í kreppu) saman við Michael Haldrup.
  • 2000 - Myten om rigsfællesskabet (Mýtan um ríkisfelagsskapin).
  • 2000 - Frælsi er ábyrgd.
  1. https://kvf.fo/netvarp/sv/2024/10/25/si-video-hogni-hoydal-legdi-fra-saer-beinleidis-i-degi-og-viku
  2. https://kvf.fo/greinar/2024/11/02/sirid-stenberg-er-nyggj-forkvinna-i-tjodveldi
  3. https://kvf.fo/greinar/2025/03/07/johan-og-eirikur-i-landsstyrid-og-hogni-i-tingid
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið