Steffan Klein Poulsen
| Steffan Klein Poulsen | |
|---|---|
| Formaður í Miðflokkinum | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 13. apríl 2026 | |
| Undanmaður | Jenis av Rana |
| Løgtingslimur | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 8. desember 2022 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Steffan Klein Poulsen 19. apríl 1996 Hvannasund, Faroe Islands |
| Politiskur flokkur | Miðflokkurin |
Steffan Klein Poulsen (føddur 19. apríl 1996) er føroyskur búskaparfrøðingur og politikari fyri Miðflokkin. Í apríl 2026 gjørdist hann formaður Miðfloksins.[1]
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hann stillaði upp til løgtingsvali í 2019 og fekk 243 persónligar atkvøður. Hann gjørdist fastur varalimur fyri Jenis av Rana, tí hann fór í landsstýri. Hann var nevndarlimur í Rættarnevndini og Útnorðurráðinum frá 2019 til 2022.[2] Hann røkti tingsessin til Jenis av Rana bleiv koyrdur frá sum landsstýrismaður 8. november 2022.[3] Á løgtingsvalinum 2022 bleiv hann valdur í løgtingið fyri fyrstu ferð, við 518 persónligum atkvøðum. Á løgtingsvalinum 26. mars 2026 varð hann afturvaldur við 701 atkvøðum, hansara higartil besta persónliga úrslit.[4]
Eftir góða úrslit hansara á løgtingsvalinum í 2026 loysti Steffan Klein Poulsen Jenis av Rana av og var valdur nýggjur formaður fyri Miðflokkin tann 13. april 2026.[5]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Steffan Klein Poulsen vaks upp í Hvannasundi. Foreldrini eru Sigrid og Jákup Martin Poulsen. Kona hansara er Rebekka Fuglø.[3][6] Tey búgva í Hvannasundi[7]
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Steffan Klein Poulsen, logting.fo
- Steffan Klein Poulsen, midflokkurin.fo
- Steffan Klein Poulsen, sum umboðar Miðflokkin á Løgtingið fyri fyrstu ferð, r7, 8. jan. 2020
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Steffan Klein Poulsen er nú formliga formaður í Miðflokkinum, kvf.fo, 13. apríl 2026
- ↑ Steffan Klein Poulsen, logting.fo
- 1 2 Steffan Klein Poulsen, midflokkurin.fo
- ↑ "Endaligt úrslit - 57 valstøð". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/lv26.
- ↑ Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í Miðflokkinum [deyð leinkja], nordlysid.fo, 13.04.2026
- ↑ Steffan Klein Poulsen, sum umboðar Miðflokkin á Løgtingið fyri fyrstu ferð, r7, 8. jan. 2020
- ↑ - Hetta hevur verið ræðslan í áravís, hvat.fo, 15.07.2020