Jump to content

Jørgen Niclasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Í embæti
16. september 2019 – 16. februar 2022
Undanmaður Kristina Háfoss
Eftirmaður Uni Rasmussen
Í embæti
14. november 2011 – 15. september 2015
Undanmaður Aksel V. Johannesen
Eftirmaður Kristina Háfoss
landsstýrismaður í uttanríkismálum
Í embæti
26. september 2008 – 19. januar 2011
Undanmaður Høgni Hoydal
Eftirmaður [[]]
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Í embæti
14. desember 1998 – 5. desember 2003
Undanmaður John Petersen
Eftirmaður Jacob Vestergaard
Formaður í Fólkaflokkurin
Í embæti
5. august 2007 – 18. mars 2022
Undanmaður Anfinn Kallsberg
Eftirmaður Christian Andreasen
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
7. juli 1994
Persónlig kunning
Fødd(ur) Jørgen Niclasen
(1969-01-17) januar 17, 1969 (aldur 57)
Sørvágur, Føroyar
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin

Jørgen Niclasen (føddur 17. januar 1969 í Sørvági) er føroysk politikari og vinnulívsmaður. Hann var formaður Fólkafloksins frá 2007 til 2022 og hann hevur verið løgtingsmaður síðani 1994. Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1998 til 2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum frá 2008 til 2011, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011 til 2015 og frá 2019 til 2022.

Tollmálið

[rætta | rætta wikitekst]

Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri, tey varpaðu ljós á tíðina frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jørgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og har við snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur.[1] Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði sínum fíggjarmálaráðharra og segði, at hann hevði fult álit á honum.[2][3] Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Tá ið avtornaði vóru tað tríggir úr samgonguni ið atkvøddu fyri uppskotinum um misálit, tveir sambandstingmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.

Rúsdrekkakoyring

[rætta | rætta wikitekst]

10. februar 2022 kl. 11.26 var Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági[4]. Jørgen Niclasen var á veg at keypa morgunbreyð, tá ið hann var steðgaður og biðin um at blása í alkoholmetrið[5]. Alkoholmetrið vísti eina promillu á 1,26. Hægst loyvda promillan, tá ið ein skal føra bil er 0,2[4]. Eina lítla viku seinni, kom málið undan kavið og Jørgen Niclasen bað Løgmann, Bárður á Steig Nielsen, loysa seg úr starvið[6][5].

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. ↑ jn.fo, "Jørgen Niclasen vísir aftur, at hann hevur snýtt í tolli", Tíðindaskrivið er skrivað av Jørgeni Niclasen
  2. ↑ "aktuelt.fo, Løgmaður fult álit á Jørgeni Niclasen, skrivað hevur Georg L. Petersen hin 20. des. 2013.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-24. https://web.archive.org/web/20140724161730/http://aktuelt.fo/logmadur+fult+alit+a+jorgeni+niclasen.html. Heintað 2014-05-29.
  3. ↑ kvf.fo, Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen
  4. 1 2 Eirikur, Lindenskov (16.02.2022). "Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-02-17. https://web.archive.org/web/20220217173556/https://in.fo/news-detail/joergen-niclasen-tikin-fyri-rusdrekkakoyring.
  5. 1 2 Ólavur, í Beiti (16.02.2022). "Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður". http://www.vp.fo/news/joergen-niclasen-leggur-fra-saer-sum-landsstyrismadur-1.
  6. ↑ Eirikur, Lindenskov (16.02.2022). "Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvið". https://in.fo/news-detail/loegmadur-hevur-loyst-joergen-niclasen-ur-starvid.