Djóni Nolsøe Joensen
Djóni Nolsøe Joensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. aug 1972 |
Starv | fótbóltsleikari, politikari, námsfrøðingur |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti |
Djóni Nolsøe Joensen (føddur 21. august 1972[1]) er ein føroyskur námsfrøðingur og politikari (JF).
Hann er sonur Annu Nolsøe Joensen og Arna Weihe Joensen og uppvaksin á Glyvrum. Hann er giftur við Maritu Andrasardóttir og eigur trýggjar døtrar.
Hann er dagligur leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.[2]
Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
Hann stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða valdur, men 17. september tók hann sæti á tingi, sum avloysari fyri Henrik Old, ið gjørdist samferðslumálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.
Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]
- 2015- Limur í nevndini, ið hevur eftirlit við varhaldsfangum
- 2015- Limur í Trivnaðarnevndini[3]