Jump to content

Helgi Abrahamsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Helgi Abrahamsen
Landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Í embæti
16. september 2019  19. august 2021
Undanmaður Poul Michelsen
Eftirmaður Magnus Rasmussen
Løgtingsmaður
Í embæti
29. oktober 2011  1. september 2015
Núverandi
Tók við starvinum
31. august 2019
Persónlig kunning
Fødd(ur) Helgi Abrahamsen
(1966-11-24) november 24, 1966 (aldur 59)
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Børn 3
Útbúgving Miðlamaður

Helgi Abrahamsen (føddur 24. november 1966 í Fuglafirði) er ein føroyskur politikari og fyrrverandi landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin. Hann er sonur Óla og Sólrun Abrahamsen og er giftur við Oddbjørg Abrahamsen (fødd Frederiksberg). Tey búgva á Strondum og eiga trý børn: Sólrun (1993), Óli (1995) og Oda (2002).

Frá 1999 til 2008 var Helgi Abrahamsen floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, og í hesum tíðarskeiðinum var hann rættiliga virkin í samfelagskjakinum. Hann stillaði upp fyri Sambandsflokkin og varð fastur varamaður í løgtinginum frá 2008 til 2011. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann á fyrsta sinni valdur løgtingsmaður við 404 persónligum atkvøðum. á løgtingsvalinum í 2015 varð hann ikki endurvaldur.[1]

Frá 2016 til 2019 arbeiddi Helgi Abrahamsen sum tíðindamaður, fyrst á Norðlýsinum og seinni á útvarpsstøðini R7.

Í 2018 varð hann valdur til næstformann í Sambandsflokkinum, og í 2019 varð hann aftur valdur á Føroya Løgting við 497 persónligum atkvøðum. Tann 16. september sama ár varð hann útnevndur til landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum. Hann røkti landsstýrisessin til 19. august 2021, tá Magnus Rasmussen loysti hann av.

Á løgtingsvalinum í 2022 varð hann afturvaldur við 284 persónligum atkvøðum.

Á løgtingsvalinum í 2026 varð hann enn eina ferð afturvaldur, hesa ferð við 585 persónligum atkvøðum, sum var hansara besta persónliga valúrslit higartil. Eftir at stjórn varð skipað millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, varð hann valdur til formann í Løgtingsins fíggjarnevnd.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "in.fo - Hesi fullu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-04. https://web.archive.org/web/20150904184953/http://www.in.fo/news-detail/news/hesi-fullu/. Heintað 2015-09-04.