Javnaðarflokkurin

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Javnaðarflokkurin
Formaður Aksel V. Johannesen
Stovnaður 25. september 1925
Høvuðsskrivstova Tórshavn, Føroyar
Ungdómsvongur Sosialistisk Ung
Ideologi Sosialdemokrati[1]
Danska unionisma[1]
Politisk støða Mið-vinstra
Lokalt tilknýti Socialdemokraterne
Altjóða tilknýti Onki
Evropeiskt tilknýti Onki
Norðurlendskt tilknýti SAMAK
Litir Reytt
Løgting
7 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
1 / 2
Heimasíða
http://www.j.fo/

Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi.

Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Blaðið varð selt til P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á blaðnum eiga. Síðani hevur P/F Miðlafelagið selt ein triðing av blaðnum til Føroya Tele.

Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin.

Søga Føroya Javnaðarfloks[rætta | rætta wikitekst]

Føroya Social Demokrat
M.S. Viðstein (18921971)

Føroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925.

Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram.

25. september 1925 varð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganesi. M. S. Viðstein gjørdist fyrsti formaður.

Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag. Petur Mohr Dam var ein av høvuðsforsprákarunum.

Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna javnaðarfeløgini.

Petur Mohr Dam (18981968)

Sum kunnugt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni.

Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.

Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga kapping.

Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið t.e. 10, 6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M. S. Viðstein úr Tórshavn.

Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.

Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum Føroya Social-Demokrat. Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við Petur Mohr Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi Petur Mohr Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi til deyða sín 8. november 1968.

Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum førdu til Heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan. Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina.

Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958. Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8 - og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85, 1989-91 og 1996-04. Síðani valið í 2004 hevur Javnaðarflokkurin havt leiðsluna av samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum (SAMAK) og hevur møtirætt í Socialistisk International (SI).

Jóannes Eidesgaard

SU, Sosialistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum, og IUSY, Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum.

Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðslu, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið.

Formenn[rætta | rætta wikitekst]

Javnaðarløgmenn[rætta | rætta wikitekst]

Umboð á Løgtingi[rætta | rætta wikitekst]

2019–2023[rætta | rætta wikitekst]

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 7 tingfólk vald.[2]

2015–2019[rætta | rætta wikitekst]

Niðanfyri verða nevnd tey ið vóru vald inn fyri Javnaðarflokkin, eisini løgtingslimir ið seinni gjørdist leysgangarar ella fóru í annan flokk.

Navn Atkvøður Annað Fastur avloysari fyri landsstýrisfólk
Aksel V. Johannesen 2.405 Floksformaður Helena Dam á Neystabø
Sonja Jógvansdóttir 1.020 Leysgangari frá 16. sep. 2015
Eyðgunn Samuelsen 427 Jónleif Johannesen
Rigmor Dam 393 Kristianna Winther Poulsen
Heðin Mortensen 392 Borgarstjóri í Tórshavn
Kristin Michelsen 387 Borgarstjóri á Tvøroyri
Henrik Old 302 Djóni Nolsøe Joensen
Bjarni Hammer 298

keldur:

Landsstýrisfólk 2015-2019[rætta | rætta wikitekst]

Navn Landsstýrissessur
Aksel V. Johannesen Løgmaður
Eyðgunn Samuelsen Landsstýriskvinna í almannamálum
Henrik Old Landsstýrismaður í samferðlumálum
Rigmor Dam Landsstýriskvinna í mentamálum

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]