Helena Dam á Neystabø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Helena Dam á Neystabø
er eitt menniskja
Fødd(ur) 10. des 1955 í/á Keypmannahavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin, Nýtt Sjálvstýri
Børn Dánjal á Neystabø
Foreldur faðir Atli Pætursson Dam
Dátuheiti
Commons Helena Dam á Neystabø

Helena Dam á Neystabø (fødd 10. desember 1955) er føroyskur politikari. Hon er núverandi politiskt umboð fyri javnaðarflokkin á løgtinginum, og áður hevur hon umboðað Sjálvstýrisflokkin.

Helena Dam á Neystabø hevur nomið útbúgving á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, og er útbúgvin cand.mag. í týskum og donskum máli og bókmentum, og hevur arbeitt sum studentaskúlalærari 1983-1985, sum fulltrúi á landsfyrisitingini 1985-1987, og á Skúlabókagrunninum frá 1988, harav sum leiðari síðani 1990. Í 2012 varð hon stjóri á Føroya handilsskúla.[1]

Helena sat á løgtingi fyri Sjálvsstýrisflokkin frá 1990 til 2002 undantikið tíðarskeiðið hon sat sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 15. mai 1998 til 26. februar 2001. Hon var formaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1994-2001. Hon var uttanflokka eitt stutt tíðarskeið um ársskifti 2001-2002, og fór uppí Javnaðarflokkin í februar 2002. Á løgtingsvalinum 2008 var hon vald, og varð hon landsstýriskvinna í løgmálum 4. februar 2008 til 26. september 2008, og síðani í mentamálum fram til landsstýri varð skift í 2011[2].

Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla P. Dam og Ásu Hátún og abbadóttir Petur Mohr Dam.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FH.FO: "Helena Dam á Neystabø nýggjur stjóri á Føroya Handilsskúla"[deyð leinkja]
  2. "Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948"