Jump to content

Kaj Leo Holm Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kaj Leo Johannesen)
Kaj Leo Holm Johannesen

Løgmaður nr.38
Tíðarskeið 2008 - 2015
Undanmaður Jóannes Eidesgaard
EftirmaðurAksel V. Johannesen
Føddur/Fødd 28. august 1964
Tórshavn
FlokkurSambandsflokkurin

Kaj Leo Holm Johannesen, eisini kendur sum Kaj Leo Johannesen (føddur 28. august 1964 í Tórshavn) var Føroya løgmaður frá 26. september 2008 til 2. september 2015. Hann er útbúgvin sum skipsførari og var sameigari av Farex, ið fekst við fiskaútflutning. Kaj Leo limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyrstu ferð í 1994 og sat sama árið eitt skifti á tingi sum eykamaður. Frá 1996 til 2000 sat hann í Tórshavnar býráði. Hann var á fyrsta sinni valdur inn á Løgting í 2002 og hevur verið afturvaldur síðani. Síðani 2004 hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið formaður í Sambandsflokkinum. Tíðarskeiðið 2003-2004 var hann næstformaður í Landsstýrismálanevndini og limur í Vinnunevndini. Frá 2004 til 2008 var hann formaður í Uttanlandsnevndini og limur í fíggjarnevndini. Hann varð valdur til løgmann 26. september í 2008.

Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips sum 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður. Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Síðani 1997 hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Kaj Leo var frá 1997-2000 býráðslimur í Tórshavnar Býráð og hevur síðani 2002 verið valdur inn á Føroya Løgting. Hann varð valdur til landstýrismann fyri uttanríkismál í 2004, tá hann eisini varð valdur til floksformann. Í politikki leggur hann leggur millum annað dent á at knýta Føroyar tættari at ES.

26. september 2008 bleiv Kaj Leo Johannesen valdur sum løgmaður fyri ABC-samgonguna. Eftir løgtingsvalið 2011 helt hann fram sum løgmaður í samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Í oktober 2011 fór Sjálvstýrisflokkurin úr samgonguni, eftir at Kári P. Højgaard var koyrdur frá sum landsstýrismaður, men sangongan var stór nokk til at halda fram við hinum trimum flokkunum.

Tollmálið

[rætta | rætta wikitekst]

Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á fíggjarmálaráðharran, Jørgen Niclasen, úr Fólkaflokkinum frá tíðini frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í fyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jøgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og harvið snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur.[1] Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði tó sínum fíggjarmálaráðharra og segði at hann hevði fult álit á honum.[2][3] Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Løgmaður var staddur í Íslandi og haðani gav hann flokkinum boð um at atkvøða ímóti misálitinum. Tá ið avtornaði vóru tað tveir sambandstingmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen, ið atkvøddu fyri uppskotinum frá andstøðuni, tað sama gjørdi Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ið eisini var við í samgonguni. Løgmaður fekk ein trupulleika og kom undir stórt trýst, tá tveir av hansara floksfeløgunum gjørdu ímóti boðum hansara og í staðin atkvøddu eftir teirra egnu sannføring. Aðrar kritiskar røddir vóru eisini frammi úr Sambandsflokkinum, eitt nú Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna, løgtingskvinna og fólkatingslimur Sambandsfloksins, sum hin 10. februar 2014 meldaði seg úr Sambandsflokkinum orsakað av at hon var ónøgd við, at Sambandsflokkurin góðtók, at ein landsstýrismaður, ið hevði snýtt í tolli, slapp at vera sitandi sum landsstýrismaður. Hin 28. mai eftir atkvøðugreiðsluna um misálitið á Jørgen Niclasen segði Lisbeth L. Petersen, at hon helt tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni.[4]

Lívsleið innan ítrótt

[rætta | rætta wikitekst]

Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann leikti 4 dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 [5] og so var hann eyka málmaður fyri føroyska A-landsliðið meira enn 20 ferðir í árunum 1988-1994. Kaj Leo var annars HB leikari, hann er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við HB, tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur ikki heilt slept fótbóltinum enn, men spælir fótbólt við Oldboys hjá HB av og á. Í 2010 vann hann gull við oldboys liðnum hjá HB, tá teir vunnu finaludystirnir Inni í Dal á Sandoynni 25. september 2010.[6] Kaj Leo Johannesen hevur eisini spælt hondbólt. Hann leikti við Kyndli, sum er hondbóltsfelag úr Havn. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál.[7]

Kaj Leo sang saman við føroyska landsliðnum og Jóannes Jacobsen, tá hann var málmaður á føroyska landsliðnum. Vit herja á kom út í 1990, Kaj Leo syngur sangin Vit syngja. Hesin sangurin var eisini útgivin í 1998 á fløguni Tólvti maður.

  • 1990 - Vit herja á, Kaj Leo syngur sangin Vit syngja, kasettuband[8]
  • 1998 - Tólvti maður, CD[9]

Foreldrini eru Leo Hans Johannesen (deyður 1991) og Karin Holm Johannesen, bæði ættað úr Mykinesi. Hann er giftur við Jórun fødd Bærentsen, dóttir Jonnu og Ebba Bærentsen. Tey eiga synirnar Heina (føddur í 2000), Jákup (føddur í 2001) og Jónas (føddur í 2006). Hann og familjan búgva í dag á Teigi í vesturbýnum í Havn. Í uppvøkstri hansara búleikaðist familjan í bæði vestur- og eysturbýnum. Soleiðis búði Kaj Leo fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág. Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið