Lisbeth L. Petersen
Lisbeth Beate Lindenskov Petersen (fødd 28. februar 1939 í Havn, deyð 7. august 2024 sama stað) var føroyskur politikkari fyri Sambandsflokkin. Hon var borgarstjóri, løgtingslimur, fólkatingslimur og formaður fyri Sambandsflokkin. Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1995.[1]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Yrkisleið og bakgrund
[rætta | rætta wikitekst]Lisbeth var dóttir Georg L. Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting og harvið eisini abbadóttir Andrass Samuelsen, bróðurdóttir Trygva Samuelsen, og systir Beatu L. Samuelsen. Hon giftist Jákup Petersen í 1960, hann doyði í 2001.
Hon tók realeksamiu í Havn í 1955, og examen artium á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Lisbeth arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum m.a. á advokatskrivstovu í Havn 1960–1970, og var projektskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon flokksskrivari Sambandsflokksins 1982–1987, og størsti einstakur partaeigari í Dimmalætting til 2010. Lisbeth var aktiv í kvinnupolitiskum arbeiði, hon var næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86.[2]
Politiskt arbeiði
[rætta | rætta wikitekst]Lisbeth L. Petersen stillaði upp til val fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin, og hon fekk í boðið borgarstjórasessin. Hon valdi tó heldur at gerast varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd. Hon fekk gott samband við borgararnar í Tórshavnar kommunu í hesum sessum. Eftir einum ávísum trýsti segði hon ja takk til at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í 1992. Sambandsflokkurin setti met við atkvøðum til býráðsvalið í 1996, men fekk ikki nakran sentralan leiklut komandi valskeiðið, og Lisbeth varð tá ikki afturvald til borgarstjóra. Hon helt fram sum býráðslimur til ár 2000.
Lisbeth L. Petersen varð vald inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoyar valdømi 1990–2008. Eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum í 1994 fekk hon ein sentralan leiklut í ríkispolitikkinum. Hon var flokksformaður og formaður fyri tingbólkin í tíðarskeiðnum 2001–2004. Lisbeth var vald inn á danska Fólkatingið í 2001 - 2005 sum eitt av umboðum Føroya, hon varð vald fyri Sambandsflokkin. Á Fólkatingið gjørdist hon partur av fólkatingsbólkinum hjá Venstre.
Harumframt var Lisbeth formaður í Útnorðurráðnum eitt tíðarskeið.
Lisbeth L. Petersen kunngjørdi í 2007 at hon tók seg úr aktivum politikki og stillaði ikki uppaftur til Løgtingsvalið 2008.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2004-2008 limur í Fíggjarnevndini
- 2004-2008 limur í Trivnaðarnevndini
- 2002-2004 limur í Fíggjarnevndini
- 1998-2002 limur í Fíggjarnevndini
- 1990-1994 limur í Rættarnevndini
- 1990-1994 limur í Sosial- og heilsunevndini
- 1990-1994 limur í Samferðslunevndini
Álitisstørv í politikki
[rætta | rætta wikitekst]- 1990 - 2008 Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin
- 1993 - 1996 Býráðsformaður í Havn
- 2001 - 2003 Formaður í Sambandsflokkinum
- 2001 - 2005 Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Eirikur Lindenskov: Lisbeth L. Petersen andaðist í gjár, in.fo, 8. aug. 2024
- ↑ Logting.elektron.fo, Lisbeth Beate Lindenskov Petersen
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Lisbeth L. Petersen á heimasíðuni hjá Løgtinginum
- Lisbeth L. Petersen í Dansk Kvindebiografisk Leksikon