Edmund Joensen
Edmund E. J. Joensen | |
---|---|
![]() | |
Føroya Løgmaður | |
Í embæti 10 September 1994 – 15 Mai 1998 | |
Monarkur | Margrethe II |
Undanmaður | Marita Petersen |
Eftirmaður | Anfinn Kallsberg |
Formaður í Sambandsflokkurin | |
Í embæti 1990–2001 | |
Undanmaður | Pauli Ellefsen |
Eftirmaður | Lisbeth L. Petersen |
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkurin | |
Í embæti 15 September 1994 – 15 Mai 1998 | |
Í embæti 13 November 2007 – 18 Juni 2015 | |
Í embæti 5 Juni 2019 – 31 Oktober 2022 | |
Løgtingslimur fyri Sambandsflokkurin | |
Í embæti 17 November 1988 – 29 Oktober 2011 | |
Í embæti 1 September 2015 – 31 August 2019 | |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Edmund Esbern Johannes Joensen 19. september 1944 Oyri, Føroyar |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Edmund Esbern Johannes Joensen (føddur 19. september 1944) er føroyskur politikari. Hann var løgmaður í Føroyum 1994 - 98, hann hevur verið løgtingsformaður, formaður Sambandsflokksins og hevur í fleiri førum verið valdur inn á Fólkatingið í Danmark, seinast á fólkatingsvalinum 5. juni 2019. Hann er stjóri í O.C. Joensen á Oyri og hevur verið virkin vinnulívsmaður, serliga innan fiskaaling.
- 1970 - 1980 bygdaráðslimur í Sunda kommunu
- 1988 - 2002 løgtingslimur
- 1990 - 1994 formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum
- 1990 - 2001 formaður Sambandsflokksins
- 1994 - 1998 fólkatingslimur
- 1998-2002 formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum
- 2002 - 2008 løgtingsformaður
- 2007 - 2011 fólkatingslimur
- 2011 - 2015 fólkatingslimur
- 2019 - fólkatingslimur
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Edmund Joensen er Riddari av Dannebrog í 1. stig og hevur móttikið kommandørkrossin frá Margrethu Drotning.
- 1995 Ridder af Dannebrog
- 1997 Ridder af Dannebrog af 1. grad
- 2005 Kommandørkorset[1]
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 299 (PDF-Download)
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen