Jump to content

Sandoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sandoy
Landafrøði

Vídd 110,8 km²
Vatn 1,5 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 1.393
Íbúgvatættleiki 12,4 /km²

Sandoy er oyggj sunnan fyri Streymoynna. Í sýsluni, ið telur Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men eisini er góð landbúnaðarjørð her og fleiri stórir garðar. Økið er sera áhugavert, bæði søguliga og fornfrøðiliga. Í Húsavík eru toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, heima á Sandi vita fornfrøðiligar rannsóknir at siga frá, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Úti í Skúgvi búði Sigmundur Brestisson og í Dímun kenna vit søgnina um Anniku, sum mátti lata lív fyri kærleikans skuld. Lætt er at ferðast, bæði til og í Sandoynni. Gott ferðasamband er av Gomlurætt, og bussar koyra til allar bygdir. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum og her ber til at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.

Í Sandoyar Sýslu er meginvinnan fiskivinna. Eitt flakavirki er á Sandi og eitt er í Skopun. Sandoy Seafood eigur og rekur bæði virkini. Har starvast nógv fólk, og skip og bátar í Sandoynni landa til flakavirkini bæði. Handilslív er eisini í Sandoynni: Nevnast kann m.a. Klædnahandlar, Matvøruhandlar, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Postverk Føroya, Sandoyar Kunningarstova, Sandoyar Sjúkrakassi, Rúsdrekkasøla Landsins, Kommunuskrivstovur í hvørjari bygd, Sjúkraflutningstænasta, Læknaviðtala, Bókhaldsvirki, Skúlar, Bakarí, Grótvirki, Lívfiskastøð, Festibóndar, Barnaverndartænasta, Tilhaldið Hugnin, Timburhandil, smiðir, Multi-tænasta, Barnagarðar, Spælistova, Ítróttarfelag og Landsverk.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Náttúran á Sandi er sera stórbær, serliga fuglabjørgini á vestursíðuni á oynni. Til ber at síggja hesi bjørg við ferðaleiðara um summarið. Tá siglur báturin Hvíthamar við ferðafólki runt oynna. Við til Sandoyar Sýslu hoyra Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun. Í Sandoyar Sýslu búgva tilsamans 1.212 fólk (1. juni 2006).

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið