Hestoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hestur
Landafrøði

Vídd 4,4 km²
Vatn 1,1 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 21 (2013)

Hestur liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld. Hestur er útoyggj, 18 merkur stór, harav 7 merkur kongs. Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Hægstu støðini á oynni eru Eggjarók og Múlin. Vestursíðan í Hesti er brættlendi, har einaferð var nógvur lomvigi í berginum. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Hestbjørgini hava leingið verið eitt væl vitjað ferðamál, og nú eru røddir frammi um, at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna.

Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er. Í sambandi við, at nýggj ferjuhavn, Gamlarætt, varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir. Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaparliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj. Í fuglabjørgunum eigur alskyns bjargafuglur, m. a. er nógvur lomvigi. Teir gomlu søktu bjørgini, og hetta lá væl fyri, tí gongt var um stóran partin av teimum. Men bakkin er leysur - fyri einum 200 árum síðani tóku bjørgini at leypa víða hvar undir oynni.

Í Hestbygd er vinnuvegurin seyðahald og útróður. Umframt hetta eru nøkur almenn parttíðarstørv. Samferðslan ger, at tað ikki gjørligt hjá familjum at búgva í oynni og røkja starv o.a. í Havn, tí eru tað fá sum ferðast í millum til arbeiðis. Hestur liggur bert eitt hanagleiv frá Streymoynni og øllum teimum vælferðarmøguleikunum sum eru har. Hendan stutta fjarstøða til meginlandið kann á ymiskan hátt gagna Hestbygd, m.a. kunnu góðir flutningsmøguleikar skapa grundarlag fyri ymiskum vinnugreinum. Bátahylurin og havnarlagið er fyrsta stigið á leiðini. Útróður var einaferð høvuðsvirksemi á oynni og kann við tillaging til broyttu krøvini aftur gerast ein partur av bygdarlívinum, men ferðavinna er helst tann vinnugvegur, sum í dag er mest sannlýkur.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Oyggin er long og smøl, hægstu støð eru Eggjarók og Múlin, bæði 421 metrar. Oyggin er sløtt omaná - sunnarlaga eru smá vøtn, t.d. Fagradalsvatn og Hálsvatn. Norðari partur av Hesti er høgur og brattur, meðan lendið lækkar longur suður ein kemur. Øll vestursíðan er høgur bakki. Har eru fýra stakkar, m. a. Álvastakkur við Álvagjógv. Hestur er vøkur 421 metrar høg oyggj. Oyggin er rættliga høg, og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri stórum og smáum vøtnum.

Hests kirkja[rætta | rætta wikitekst]

Sí høvuðsgrein: Hests kirkja.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið