Borðoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Borðoy
Landafrøði

Vídd 95,0 km²
Vatn 0,1 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 4 954 (2014)
Íbúgvatættleiki 52,4 /km²

Borðoy liggur mitt í Norðoyggjum. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum.

Borðoy er tann størsta av teimum seks Norðoyggjunum og hevur 8 bygdir. Frá suðuri: Norðoyri, Klaksvík, Ánirnar, Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Norðdepil og norðast er tann nú manntóma bygdin Múli. Borðoy er kend fyri sína fjølbroyttu náttúru við stórbærum fjøllum, djúpum dølum og vøkrum firðum.

Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.

Bygdir[rætta | rætta wikitekst]

Ánirnar, Árnafjørður, Depil, Klaksvík, Múli, Norðdepil, Norðoyri, Norðtoftir, Skálatoftir, Strond

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið