Jump to content

Norðtoftir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norðtoftir
Nordtofte (danskt)
Bygd
Norðtoftir
Norðtoftir
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Borðoy
Kommuna Hvannasunds kommuna
Íbúgvar 3 (2015)[1]
Postnummur FO-736
Markatal 4-00-00 mk.gl.sk.

Norðtoftir er ein bygd í Borðoynni. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks.

Norðtoftir i 2022. Ankomsten af ​​Bakkafrosts store laksefarm i 2020 viser væksten i fiskeindustrien på Føroyar.[2]

Hvalvíks-Jógvan

[rætta | rætta wikitekst]

Ein maður var á Norðtoftum í Borðoy, sum tey rópaðu Hvalvíks-Jógvan, av tí at hann var ættaður úr Hvalvík. Hann kom fyrst norður til Viðareiðis at vera húskallur hjá prestinum, harra Dániali, og var raskur, trúgvur og væl umtóktur maður. Tá ið hann hevði tænt presti í nøkur ár, fríggjaði hann til eina prestadóttrina - Anna Margreta æt hon - og fekk hana. Í teirri tíðini var tað siður, at prestasynir ella prestadøtur, sum giftust, skuldu fáa kongsfesti, tað fyrsta, sum lá fyri til at festa. Á Norðtoftum var beint tá eitt slíkt festi, sum ófest var enn, og tað fekk Hvalvíks-Jógvan.[3][4]

Hesin sami Jógvan doyði av illgerð, og við hesum bar so til. Tá ið hann var vorðin gamal maður, var honum ein dagin seint á kvøldi gangandi út fyri dyr. Eina løtu eftir kom hann inn aftur, men tá ið fólk fóru at tosa við hann, fekk hann ikki orðið upp - hann var vorðin dumbur. Síðan legðist hann á songina og varð liggjandi í eina viku; um hann royndi at tala, skiltist einki av tí, sum hann segði, og við tí skili doyði hann. Nú er at greiða frá, hvussu hetta illa kom á hann. Ein maður var í Hvannasundi, sum tey rópaðu Jákup í Sundi, og skuldi hann kunna gand. Einaferð tá ið sundamenn (hvannasundsmenn) vóru til handils í Havn - tá var eingin annar handil í Føroyum - hittust teir báðir, Jákup í Sundi og Sakaris í Hvalvík. Hvussu tað fórst teirra millum, veit eingin; men so mikið er sagt, at tá ið teir báðir skiltust, vóru teir sannir óvinir, og Jákup lovaði Sakarisi ilt. Nakra tíð eftir tað, at Jákup er komin heim aftur úr Havn, skal hann fara at senda Sakarisi tað illa, sum hann lovaði honum. Søgn hevur verið av gamlari tíð, at, tá ið nakar sendi slíkt, skuldi eingin vera úti áraka tað plássið, sum illgerð var væntandi frá; tí annars rakaði hon tann, ið fyri var. So bar á, at sama kvøldið og somu løtu, sum Hvalvíks-Jógvan var úti fyri durum, fór illgerðin, ið Jákup sendi Sakarisi, tvørtur um sundið og rakti Jógvan, so hann fekk deyðamein.

  1. Hagstova.fo
  2. Bakkafrost expands Norðtoftir hatchery, Bakkafrost.com, 07.05.2020
  3. Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
  4. Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana