BankNordik

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroya Banki)
Far til: navigatión, leita

BankNordik er ein av størru bankunum í Føroyum. Tann 30. apríl 2007 vóru 225 fulltíðarstørv í BankNordik spjadd yvir 20 deildir kring landið. Bankin veitur tænastur á trimum økjum: Privat, Vinna og Íløgur. Høvuðssæti er í Tórshavn.

BankNordik (Føroya Banki) varð stovnaður í 1906 Frammanundan var ein annar peningastovnur í Føroyum, Føroya Sparikassi (nú Eik Banki). Í sambandi við bankakreppuna vóru Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá 1. januar 1994 at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og navnið hjá Føroya Banka.

Børsskráseting[rætta | rætta wikitekst]

Tann 2. mai 2006 samtykti Løgtingið uppskot frá táverandi fíggjarmálaráðharra um at einskilja Føroya Banka. Fíggingargrunnurin frá 1992 átti undan børsskrásetingini 99,4% av bankanum. Aftan á søluna eigur Fíggingargrunnurin 33,4%. Føroya Banki kom á tann danska (Københavns Fondsbørs) og íslendska (ICEX) virðisbrævamarknaðin tann 26. juni 2007.

Bankakreppan í 90'unum og bankamálið[rætta | rætta wikitekst]

Búskaparkreppan í Føroyum fyrst í 90'unum hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann 6. oktober 1992 verður kunngjørt, at landstýrið saman við donsku stjórnuni vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin í Sjóvinnubankanum var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at Fíggingargrunnurin frá 1992 sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum.

Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.

Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin frá 1992 og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.

Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Stjórar í BankNordik (og Føroya Banka og Sjóvinnubankanum) frá 1906 til d.d.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]