Jóan Pauli Joensen
Jóan Pauli Joensen (doyptur Joen Pauli Joensen, føddur 30. apríl 1945 í Sørvági) er føroyskur mentanargranskari, fólkalívsfrøðingur, søgumaður og professari í siðsøgu.[1]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hann vaks upp á Kelduni í Sørvági og gekk barnaárini í Sørvágs skúla, seinni á framhaldsskúla í Vágum. Gekk 8. og 9. skúlaár í Sørvági og seinasta árið á skúlanum á Giljanesi, har hann fekk preliminerprógv í 1962. Í august í 1963 kom hann sum læraravikarur til Gásadals, har hann varð verandi til 1964.
Frá 1966 hevur hann verið innskrivaður sum lesandi við Aarhus Universitet, og frá 1970 var hann eisini innskrivaður við Lunds Universitet. Hann hevur lokið fulla akademiska útbúgving við bæði universitetini í etnografi, etnologi og søgu. Í 1975 varð hann filosofie doktor við Lunds universitet og varð docentur sama stað í 1980. Í 1987 varð hann dr. phil. við Aarhus Universitet.[2] Síðani 1989 var hann føstum starvi sum professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann stóð sum rektari fyri leiðsluni á Fróðskaparsetri Føroya frá 1991 til 1998 og frá 2004 til 2011.
Útgávur (úrval)
[rætta | rætta wikitekst]- 1982 - Fiskafólk. Tórshavn
- 1987 - Fólk og mentan. Tórshavn
- 2003 - I ærlige brudefolk. Bryllup på Færøerne, 372 s., Museum Tusculanums Forlag, København. ISBN 87-7289-808-9
- 2008 - Føroyar og bankarnir í 100 ár. Ljóðbók, Tórshavn. ISBN 978-99918-67-12-0
- 2015 - Bót og biti. Matarhald í Føroyum. 1 og 2. 285 og 269 s., Fróðskapur SP/F, Tórshavn. ISBN 978-99918-65-70-6
- 2017 - Føroysk søga 1, 138 s., NÁM, Tórshavn. ISBN 978-99918-2-617-2
- 2018 - Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa. 136 s., Sprotin. ISBN 978-99972-1-284-9
- 2020 - Í stovuni sofu, í køki komfýr. 424 og 344 s., Sprotin. ISBN 978-99972-1-374-7 / 978-99972-1-375-4
- 2020 - Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar. 212 s., Sprotin. ISBN 978-99972-1-404-1[3]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2015 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsen fyri yrkisbókmentir (fyri "Bót og biti")
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Stutt ævisøga: Jóan Pauli Joensen Úr Rithøvundabókini, ritstjórað: 30.11.2000, bokasolan.fo
- Matmentan í Føroyum Archived 2023-06-09 at the Wayback Machine, gransking.fo
- Jóan Pauli Joensen Archived 2023-06-09 at the Wayback Machine, farlit.fo (á enskum)
- Søtur er sjálvgivin biti, kvf.fo, 7. juli 2015
- Føroyar og bankarnir í 100 ár., Føroya Banki ISBN 99918-3-205-X
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Jóan Pauli Joensen, setur.fo
- ↑ "Jóan Pauli Joensen, Bókhandilin á Vaglinum". 29. apríl 2019. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-04-29. http://archive.today/Xk1C3.
- ↑ Avrik Jóan Pauli Joensen, sprotin.fo